Oddur skal hjálpa Páll

Klaksvíkingur skal hjálpa Páll Guðlaugsson í B68 komandi kappingarár

B68 brynjar seg til komandi kappingarár, tá felagið aftur er partur av bestu føroysku fótbóltsdeildini.

 

Felagið setti fyri meira enn einum mánað síðani Páll H. Guðlaugsson sum nýggjan høvuðsvenjara í felagnum, og í kvøld er greitt, hvør verður hjálparvenjari hjá Páll í B68.

 

Tað er klaksvíkingurin Oddur Olsen, sum seinastu trý árini hevur vant næstbesta liðið hjá KÍ.

 

Oddur Olsen skal vera hjálparvenjari hjá Effo-liðnum hjá B68, umframt at hava ábyrgdina av næstbesta liðnum. Tað skrivar heimasíðan hjá B68 í kvøld.