Tað eydnaðist B1908 í 2. deild eystur í Danmark, sum hevur Oddur Højgaard og Øssur Dalbúð á liðnum at halda seg røttu megin niðurflytingarstrikuna, tá 30. og seinasta umfarið í 2. deild eystur varð avgreitt í dag.
B1908 vitjaði í Hvidovre, sum var á odda 1-0 í steðginum. Eitt lítið korter áðrenn dystarenda bjargaði B1908 sær sætið í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, tá teir fingu eitt brotsspark, sum J. Sparholt setti í netið til endaliga úrslitið 1-1.
B1908 endaði á 10. plássi við 37 stigum, bert eitt stig omanfyri Rishøj og Avedøre, sum bæði endaðu á 36 stigum, og mugu spæla í Danmarksseriuni komandi ár.
Á myndini sæst hópurin hjá B1908 stórfegnast í bussinum á veg heim úr Hvidovre, vitandi, at arbeiðarafelagið á Amager eisini komandi kappingarár er eitt divisións-lið, sum er prestisjutungt í donskum fótbólti.