Oddsini uppá KÍ-sigur farin frá 10 niður á 1,70

Betfair metir nú KÍ vera favoritt í dystinum móti Slovan Bratislava

Altjóða veddingarfyritøkan, Betfair hevur fylgt við gongdini í málinum um Korona-rakta slovakiska meistaraliðið, Slovan Bratislava sum nú má spæla móti KÍ við Djúpumýru í morgin klokkan 17 við einum eykaliði.

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum í undankappingini til Champions League.

Fyri fýra døgum síðani bjóðaði Betfair 10 í oddsum uppá KÍ-sigur aftaná vanliga leiktíð, 6,0 uppá javnleik, og 1,29 í oddsum uppá Slovan Bratislava sigur aftaná vanliga leiktíð.

Nú er vent totalt í holuni við oddsum.

Nú bjóðar Betfair Exhange bara 1,76 í oddsum uppá KÍ-sigur aftaná vanliga leiktíð. Oddsini uppá javnleik eru nú dottin niður á 3,47,  og oddsini uppá sigur til Slovan Bratislava aftaná vanliga leiktíð eru nú 2,44.

So KÍ er farin frá at vera greiður "underdog" til at verða ein lítil favorittur móti Slovan Bratislava.