Í annaðkvøld klokkan 19 spælir føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst í Andorra La Vella móti helst besta árganginum hjá Andorra nakrantíð, núverandi U21-landsliðnum hjá Andorra.
Andorra megnaði javnleik 2-2 (1-1) móti Føroyum við Djúpumýru í Klaksvík 16. juni í ár. Haraftrat hevur Andorra megnað tveir javnleikir móti Hvítarusslandi, og 12. september taptu teir tepurt 0-1 fyri Grikkalandi á heimavølli.
Tí verður tað ein torfør uppgáva hjá føroyska U21-landsliðnum at knógva Andorra í annaðkvøld klokkan 19.
Søguliga hava Føroyar og Andorra spælt tríggjar U21 EM-undankappingardystir. Tveir eru endaðir við javnleiki og ein er endaður við føroyskum sigri.
Televarpið vísir dystin á Rás1.
13 altjóða veddingarfyritøkur sum lata odds upp á dystin vænta ein javnan dyst. Tó hella tær eitt sindur til ein føroyskan sigur.
Miðaloddsini upp á andorianskan heimasigur eru 2,90.
Miðaloddsini upp á føroyskan útisigur eru 2,27.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,41.
HER eru oddsini:
##med2##