Oddsini fyri sigur til B36 liggja upp í 25

20 altjóða veddingarfyritøkur hava CSKA Sofia sum sera stóran favoritt at vinna á B36 aftaná vanliga leiktíð

B36 hevur gjørt tað framúr, og teir hava skrivað føroyska fótbóltssøgu við at vinna seg trý umfør víðari í evropeiskari kapping.

Í annaðkvøld klokkan 18 spælir B36 móti krútsterkari mótstøðu á útivølli í Bulgaria, har CSKA Sofia er mótstøðuliðið. Hetta er dystur í 3. undanumfarinum til Europa League. Liðið sum vinnur í annaðkvøld skal spæla Play-off dyst um at sleppa í sjálvt bólkaspælið.

Hóast B36 hevur vunnið seg víðari aftaná longda leiktíð tvær ferðir á rað, og seinast enntá aftaná brotssparkskapping, og hevur víst moral og stríðsvilja útum tað vanliga, so geva altjóða veddingarfyritøkur B36 sera lítlan møguleika móti CSKA Sofia.

Lægstu oddsini uppá sigur til B36 aftaná vanliga leiktíð eru 11,08. Hægstu oddsini uppá sigur til B36 aftaná vanliga leiktíð eru heili 24,75.

Oddsini uppá sigur til CSKA Sofia aftaná vanliga leiktíð liggja millum 1,11 og 1,16.

Oddsini uppá javnleik aftaná vanliga leiktíð liggja millum 6,60 og 8,29.

Her eru oddsini uppá dystin millum CSKA Sofia og B36: 

Veddingarfyritøkur: CSKA Sofia-B361X2
10BET  1.11 7.50 14.50
188BET  1.12 6.60 13.00
1xBET  1.16 7.70 16.00
888Sport  1.15 7.00 15.00
bet-at-home  1.14 7.00 17.00
bet365  1.14 8.00 15.00
Betclic  1.14 7.05 16.50
Betfair  1.12 7.50 20.00
Betsafe  1.12 8.00 21.00
Betsson  1.12 8.00 21.00
BetVictor  1.14 8.00 22.00
Betway  1.15 7.50 17.00
bwin  1.14 7.00 12.50
ComeOn  1.11 7.50 14.50
Interwetten  1.15 7.00 16.00
Pinnacle  1.14 8.29 21.07
SBOBET 1.136.1811.08
Unibet  1.15 7.50 17.00
William Hill  1.11 6.50 21.00
Betfair Exchange  1.15 8.03 24.75
Gjøgnumsnitsodds: 1.137.3616.90