Í morgin klokkan 13 møtast tveir uppflytingarkandidatar í 1. deild, AB og FC Suðuroy á vøllinum inni í Vika á Argjum.
FC Suðuroy er næstfremst í deildini við 22 stigum. AB er fjórðfremst í deildini við 19 stigum.
Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum eru næstan jøvn, tó hella veddingarfyritøkurnar eitt vet til ein AB-sigur.
Oddsini upp á heimasigur til AB liggja millum 2,10 og 2,19.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,30 og 3,60.
Oddsini upp á útisigur til FC Suðuroy liggja millum 2,85 og 3,06.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##