Odds upp í 38 fyri sigur til NSÍ í Aberdeen

Átta altjóða veddingarfyritøkur geva ikki NSÍ meir enn ein mikroskopiskan møguleika at koppa Aberdeen á útivølli

Hóskvøldið klokkan 19.45 bíðar spennandi og søgulig uppgáva hjá NSÍ í Europa League undankappingini. Talan er um fyrstu ferð, at NSÍ hevur spælt seg víðari í evropeiskari kapping. 

Á Pittodrie leikvøllinum í Aberdeen bíðar Aberdeen FC, ið er risastórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum at vinna á NSÍ aftaná vanliga leiktíð.

Stórsigurin hjá NSÍ 5-1 á einum øðrum bretskum liði, Barry Town United í farnu viku sær ikki út til at hava imponerað altjóða veddingarfyritøkur. 

Átta altjóða veddingarfyritøkur lata millum 1,07 og 1,14 í oddsum uppá sigur til Aberdeen aftaná vanliga leiktíð.

Oddsini uppá sigur til NSÍ aftaná vanliga leiktíð ligga frá 14,50 og upp í heili 38.

Her er oddsini uppá dystin:

Veddingafyritøkur Aberdeen-NSÍ:1X2
1xBet  1.09 14.00 38.00
Betclic  1.14 8.15 19.00
Betfair  1.07 8.50 21.00
Betsafe  1.14 7.45 14.50
Betsson  1.14 7.45 14.50
Betvictor  1.09 9.00 23.00
Interwetten  1.15 7.50 17.00
William Hill 1.089.0021.00
Gjøgnumsnitsodds:1.118.8821.00