Oddny verður liggjandi á havsins botni

Ongantíð verður gátan loyst, hví útróðrarbáturin Oddny sakk leygarkvøldið 30. oktober. Báturin liggur á 60 favna dýpi

Mikudagin var sjórættur settur fyri at fáa frágreiðing um hendingina, tá ið útróðrarbáturin Oddny sakk norður úr Kalsoynni.
Bara skiparin, Jógvan Sofus Vilhelmsen varð avhoyrdur.
Teir vóru tríggir menn, sum fríggjakvøldið beint fyri midnátt fóru av Klaksvík við Oddny.
Skiparin greiddi frá, at hann hevði skipsførarapappír, sum hann ongantíð hevði brúkt, men hann hevði verið við Oddny fór í driftina í 2008. Pápin og pápabeiggin áttu bátin. Jógvan Sofus Vilhelmsen førdi bátin hetta seinasta árið.

Gott skip
Útróðrarbáturin Oddny hevur eingi brek av týdningi havt. Báturin varð smíðaður í 1947 og var sostatt 63 ára gamal.
- Tað er eingin høgur aldur fyri eitt slíkt skip. Oddny var í góðum standi, segði Jógvan Sofus Vilhelmsen. Hann upplýsti, at Oddny var til árligt eftirlit stutt fyri, at hann sakk.
Teir sigldu norður gjøgnum Kalsoyarfjørð. Veðrið var hampiligt, eitt sindur av aldu, so teir sigldu spakuliga.
Klokkan hálvgum níggju vóru teir á fiskileið, men har var lítið at fáa. Tí fóru teir longri vestureftir, og tá bar til.
Út á seinnapartin hoyrdi hann eitt ljóð frá kjølpumpuni. Tað ljóðaði sum, at reimin gleið eftir.
Hann fór niður, reinsaði pumpuna og tømdi kjølin fyri sjógv.
Vindurin var tá vaksin, og teir gjørdu av at fara til lands.
Skiparin segði, at hann javnan fór niður í maskinrúmið. Tað ger hann altíð. Alt var í lagi.

Alarmur
Klokkan seks um kvøldið fór ein alarmur í gongd. Alarmurin boðaði frá, at meira enn gott var av sjógvi var í kjølinum.
Skiparin valdi tá at sløkkja skipið, og hann leyp niður í maskinrúminum og sá, at nógvur sjógvur við. Pumpan orkaði ikki at fáa vatnstøðuna í kjølinum at lækka. Hjá honum var ógjørligt at síggja, hvar lekin var.
- Eg rópti tá á hinar menninar, vit tendraðu hjálpimotorin, startaðu pumpuna á dekkinum, men hon fekst ikki at taka sjógv úr kjølinum, sjálvt um vit royndu fleiri ferðir, segði Jógvan Sofus Vilhelmsen.
Frammanundan hevði henda pumpan riggað.
Teir royndu alt, men einki bar til.
Sjógvurin vaks, og tólini blivu vát. Dynamoin fór at bleiktra. Teir sløktu øll óneyð ljós, tí teir vistu, hvussu skjótt streymurin gekk undan.

Sendu út neyðarkall
Fyrst royndu teir at rópa neyðarróp yvir VHF-in, men hann var ov veikur. Tí sendu teir neyðarkall yvir DSC. Hetta var klokkan 19.
- Samstundis ringdi eg við míni fartelefon til Tórshavn Radio og segði, at vit tóku sjógv inn og kláraðu ikki at halda lens.
Neyðarkallið hoyrdu onnur skip. Næst vóru Ametyst og Jaspis. Skiparin hevði fartelefonnummarini hjá skiparunum á teimum skipunum og fekk tosað við teir.
Ein tíma eftir, at neyðarkallið varð sent út, var Ametyst hjá Oddny.

Illveður
Teir á Ametyst hugsaðu sær, at stjóra menninar á Oddny yvir á Ametyst, men tað bar ikki til.
Menninir á Oddny høvdu fyrireikað seg til at skula fara í bjargingarbátin. Teir høvdu latið seg í yvirlivilsisdraktir og pakkaðu eitt sindur av provianti niður.
Ametystlegði fyrst at á stýriborðssíðu hjá Oddny, og ein maður slapp tá umborð á Ametyst. Men vindurin vaks, og Ametyst legði seg tí frmmanfyri, og tá sluppu hinir báðir menninir yvir á Ametyst. Skiparin var seinastur av Oddny.
Tá stóð sjógvurin um dúrkið á Oddny.

Kenna ikki orsøkina
Eingin veit, hví Oddny fór at leka. Skipið var í góðum standi. Jógvan Sofus Vilhelmsen nevndi sum ein møguleika, at skipið kann hava siglt á onkran reka. Hann hevði tó einki merkt til tað.
Hann hevði hoyrt onkran nevna, at slengrikjølurin kann vera blivin leysur og hevur slitið nakrar boltar leysar.
Men tað er alt bara gitingar.
Eina løtu lá Ametyst tætt við, og teir eygleiddu Oddny. Vindurin bara vaks, og aldan var síð.
Tá ið Triton kom, varð Ametyst biðin um at fara inn við monnunum, tí eingin fekk gjørt nakað kortini.
Ætlanin hjá Triton var at bíða eftir betri og og ljósari veður og tá royna at bjarga bátinum, men klokkan eitt um náttina sakk Oddny.


Verður liggjandi
Umboð fyri Tryggingarfelag Føroyar var í rættinum, og tá ið hesin maðurin varð spurdur, hvat tryggingin ætlaði at gera við skipið.
- Vit lata hann liggja, segði tryggingarmaðurin.

Eingin tyrla
Oddny liggur á 60 favna dýpi, og illa ber til at fáa bátin uppaftur.
Ákærin setti spurningin, um skipið kann skaða umhvørvið, men upplýst var, at bara 1500 litar av olju vóru umborð.
Skiparin var spurdur, um ein tyrla kundi havt bjargað teimum.
Jú, fyrr um kvøldið hevði ein tyrla tikið teir, men har var eingin tyrla. Triton hevði onga tyrlu, stóra bjargingartyrlan var skrúvað sunur, og hin minna tyrlan var ikki nóg væl útgjørd til eina slíka bjarging, segði skiparin.

Raskir menn
Beint eftir vanlukkuna fekk manningin á Ametyst nógv rós bjargingina av teimum trimum monnunum í myrkri og illveðri.
Eftir sjófrágreiðingina var prátað eitt sindur úti á gongini.
- Eg haldi, at tit á Oddny eisini vístu sera góðan sjómansskap, segði skipakøni maðurin frá Skipaeftirlitinum við drúgvum royndum.
Hendingin við Oddny tók hart upp á teir tríggjar menninar. Serliga teir fyrstu dagarnir aftaná vóru svárir at koma ígjøgnum. Eingin teirra hevur verið á sjónum aftur.