Oddmar skal gera vindeygu og hurðar

Tað er ikki á hvørjum degi, at tvær móttøkur eru í Skopun sama dag, men soleiðis var í gjár, tá ið móttøka var á fiskavirkinum – og á nýggja snikkaravirkinum hjá Oddmari Hentze

Træsmíð

 

Sannur hátíðardámur var yvir Skopunarbygd í gjár.

Meðan vit vitjaðu á fiskavirkinum, tí móttøka var í sambandi við 40 ára stovningardag, frættu vit, at skopuningurin, Oddmar Hentze, eisini hevði móttøku. Hann er nú til reiðar at fara undir framleiðslu av vindeygum og hurðum á Snikkaravirkinum á Skerinum, tey rópa.

Oddmar hevur leigað seg inn í bygningin hjá Sands Timburhandli í Skopun, sum eisini er settur í stand til endamálið.

- Yvirtromin er skift, og ymiskt er gjørt innan, so bygningurin lýkur krøv sum karmur um arbeiðspláss.

Longu áðrenn virkið hjá Oddmari er farið undir framleiðslu í Skopun, hevur hann fingið bíleggingar fyri einar 250.000 krónur.

- Eg noyðist at seta ein mann í starv beinanvegin, og helst kemur ein lærlingur seinni. Sum er, havi eg ikki torað at lýst við mínum komandi virksemi.

Oddmar er útbúgvin snikkari hjá BSV, Bygningssnikkaravirkinum í Havn, og nú fer hann burturav at arbeiða við tí, hann hevur lært til.

- Arbeiðshølið er 120 fermetrar, og eg havi tær maskinur, sum eg skal brúka.

Málið hjá snikkaranum er at framleiða dygdar vindeygu og hurðar til føroyska marknaðin, og okkum varð sagt í Skopun, at Oddmar er dugnaligur og snøggur handverkari.

Óhugsandi er ikki, at Snikkaravirkið á Skerinum fer at framleiða hurðar fyri eitt stóran útbjóðara á marknaðinum í Føroyum.

- Eg havi verið í sambandi við H-Dygd, sum hava spurt seg fyri, um eg møguliga kann framleiða hurðar fyri teir. H-Dygd er ein lutfalsliga stór fyritøka, og koma vit ásamt um at framleiða fyri teir, kann hetta gerast ein munandi partur av okkara virksemi.

Oddmar Hentze sigur, at enn er virksemið hjá honum so nýtt, og tí er torført at siga í løtuni, hvat fer at spyrjast burtur úr.

Hann hevur góðar vónir um, at hetta verður ein lønandi vinna.

- Jú, eg haldi, at hetta sær lovandi út, sigur snikkarin í Skopun, sum fekk blómur og hevði fleiri vitjandi inni á gólvinum á virkinum í gjár.

Í sambandi við móttøkuna bjóðaði hann køkur, kaffi og te.