Oddmar ovfarin og vónbrotin

- Eg má siga, at eg eri ógvuliga vónbrotin av dóminum, og partar skilji eg als ikki. Nú má eg tosa aftur við sakførara mín fyri at finna út av, hvat nú skal henda í málinum, sigur Oddmar Færø.

Tað eru nú fýra ár síðani Anna Maria og Oddmar Færø keyptu tað, sum tey hildu vóru teirra dreymahús. Fitt hús við stórum grundøki og – hildu tey – allar møguleikar at víðka um húsarúmdina.
Stóri urtagarðurin við áarløki og trøum vóru við til at seta prísin á húsunum upp á 3,6 milliónir krónur.
Men tá tey skuldu søkja um byggiloyvi fingu tey at vita, at økið var skógarfriðað, og har mátti einki broytast ella byggjast upp í.
Tey gjørdu so av at stevna sakføraranum, ið hevði staðið fyri søluni, tí tey høvdu einki fingið at vita um, at tala var um skógarfriðað øki.
- Tað mest harmiliga var, at vit fóru til ein sakførara, sum bara súltaði málið og á tann hátt spiltu vit tvey ár burtur til onga nyttu, sigur Oddmar Færø.
Ikki fyrr enn tey fóru til Christian Andreasen kom gongd á málið, ið var fyri í Føroya Rætti fyri tveimum mánaðum síðani.
Í gjár kom so dómurin, men tað var ikki tann lesnaður, sum hjúnini Færø høvdu væntað og vónað.
Upprunaliga kravdu tey, at keypið gekk aftur, men tað endaði við, at tey fingu 450.000 í endurgjaldi fyri at almenningurin kundi brúka teirra grundstyki og urtagarð, men tað var ikki hetta, ið tey ynsktu.

Málið súltað
Tað var tann veruleiki, at tey kendu seg snýtt við tað at tey ikki fingu at vita, at økið var skógarfriðað.
- Tað snýr seg jú ikki um pengarnar, men um tann veruleika, at vit ikki kunnu umbyggja húsini. So hóast tú kanst siga, at vit vunnu sakarmálið, so gjørdist tað ikki til tað úrslit, sum vit høvdu vónað og roknað við, sigur Oddmar Færø.
Hann heldur, at sakførarar í stóran mun halda hondina yvir hvørjum øðrum, og serliga argur er hann um, at hann í tvey ár hevði ein sakførara, sum bert tóktist áhugaður í at súlta málið.
Eisini sakførarin hjá Oddmar Færø og konuni, Christian Andreasen, var ovfarin av dóminum. Fundur skal verða teirra millum seinnapartin í dag, og tá fæst helst greiða á, hvat víðari skal henda í málinum.
- Eg havi ikki rættiliga tosað við Christian Andreasen eftir dómin, so eg veit ikki, hvat hann fer at mæla okkum til at gera, sigur Oddmar Færø.
Fyribils stendur hann bert spyrjandi um dómin, sum kemur púra óvart á.