Oddmar fingið sáttmála við Brøndby

Oddmar Færø úr B36 skal komandi hálva árið royna seg hjá danska Brøndby.

18 ára gamli miðverjin var í fjør til royndarvenjingar hjá Horsens, men ta ferðina spurdist tó eingin sáttmáli burturúr. Venjari hjá Horsens tá var Kent Nielsen, sum nú venur Brøndby, og hann vil í øllum førum fegin síggja meira til unga havnarmannin.

 

- Oddmar Færø er ein spennandi spælari. Hann er ein stórur og sterkur miðverji, og í vár fær hann møguleika at prógva sítt virði, sigur Kim Vilfort, sum er talentstjóri í Brøndby, við heimasíðuna hjá felagnum.