Poul Michelsen, nýggi tingmaður Fólkafloksins, hevur givið sínum floksfeløgum og undanfarnu samstarvsflokkum ein skarpan gang. Hann sigur bart út, at ABC er ikki tað rætta. Hann vil heldur hava eina smala sjálvbjargnissamgongu. Heldur at ein slík setir krøv til hvønn einstakan tingmann at duga disiplin. At hon ger, at tað ber ikki til hjá einstøku tingmonnunum at koyra fríspæl. Formaður hansara er ikki samdur. Hann vísir tvørturímóti á, hvussu vandamikið tað er at skipa samgongu, har hvør tingmaður verður tungan á vágskálini og vísir her nettupp til Poul Michelsen syndromið.
Sannleikar eru at finna í báðum hesum sjónarmiðjum, men tá hugsað verður um, hvussu tingmenn kunnu seta fram ultimativ krøv eitt nú Gerhard Lognberg í sambandi við Sandoyartunnil og Poul Michelsen í sambandi við sjálvbjargni, so er greitt, at størri og breiðari samgongur betri tryggja kontinuitet og arbeiðsfrið.
Eftir okkara tykki verður Føroya land best stýrt við stórari samgongu. Spurningurin er so, hvussu samansetingin skal vera, og her eru jú nógvir møguleikar. ABC er bara ein av fleiri. Men vit vita, at andstøðuflokkarnir eru ótrúliga svangir. Teir vilja uttan iva gera nógv fyri at koma í eina ella aðra samgongu. Tvs. flyta seg. Enn er ABC so á skinnaranum, men tað eru longu óljóð at hoyra. Skal slíkari samgongu verða lív lagað, so mugu partarnir laga seg eftir hvørjum øðrum og ikki seta ultimativ krøv. Tá er hon søga. Okkurt kundi bent á, at hon er við at koyra av skinnaranum, áðrenn ferð er komin á.
Møguleikarnir eru 10 í tali: ABC (20), ACE (21), ABE (22), ABDH (19), ADE (17), ADEH (20), BCE (21), BCDH (18), CEH (17), CDEH (19),
Sosialurin