Oddgrein· Hvør ”lumpaði” hvønn???

Fyri ½ ári síðani varð partur av Føroya Banka einskildur og bankin varð noteraður á almennum keypsskálum. Nógv vinnulívsfólk og privatfólk lógu framvið at keypa. Sambært prospektið kundi kursurin í mesta lagi vera kr. 189 fyri hvørt partabræv.

Áhugin at tekna var ovurhonds stórur – nógv størri enn nakar hevði droymt um. Yvirteknað varð fleiri ferðir og tey flestu fingu bert ein lítlan part av teimum partabrøvum, ið tey høvdu biðið um. Partabrøvini, ið vóru útvegað fyri kr. 189 pr stk, vóru stutt eftir handlaði á keypsskálum fyri Kr. 250. Ein vinningur uppá umleið 33% eftir fáum døgum!

 

Fleiri politikarar og atfinnarar, uttan mun til politiskan lit, vóru á gosi. Her var almenn ogn latin ”vinum og kenningum” fyri undirprís. Onkur kravdi almenna hoyring, kanningarnevndir osfr tí nærum ein hálv milliard av ”ogn Føroya fólks” var givin burtur.

 

Í dag hoyrist ikki nógv til hesar atfinnarar.

 

Tíðir broytast og partabrævavirði sveiggja. Í skrivandi stund er Føroya Banka partabrævið noterað til ein kurs, ið er 5% lægri enn tað, ið almenni fíggingargrunnurin seldi bankan fyri. Við verandi kursi má sigast, at grunnurin gjørdi ein góðan handil, tá partabrøv bankans vórðu seld. Tað er tí kanska viðkomandi at spyrja: Hvør ”lumpaði” hvønn?

 

Teir keyparar, ið ikki fingu nóg mikið av partabrøvum fyri ½ ári síðani fyri Kr. 189 kunnu nú keypa á fría marknaðinum til lægri kurs.

 

Rokið um privatiseringina av bankanum lýsir sera væl, hvussu trupult tað er at áseta ”rætta” kursin, og hvussu lætt tað er at finnast at teimum, ið hava ábyrgdina av fremja hetta í verki. Í dag má tó sigast, at serfrøðin var á heilt góðari leið, tá virðið varð ásett. Og tað er vert at hava í huga tá vit aftur fara at einskilja almenn feløg.

 

Sosialurin