Oddfríður leggur yrkingasøvn fram á Sandi

Oddfríður Marni Rasmussen gevur í hesum døgum tvey yrkingasøvn út, í hesum sambandi leggur hann tey fram í heimbygdini.

Oddfríður Marni Rasmussen gevur í hesum døgum tvey yrkingasøvn út, í hesum sambandi leggur hann tey fram í heimbygdini.

Sunnudagurin 8. desember 2013 verður ein mentanardagur burturav í Sandsbygd. Bókasavnið verður karmur um bókaframløguna av yrkingasøvninunm "Eg eri næstur" eftir Oddfríð Marna Rasmussen og "Tú veitst ongantíð" eftir Ron Padgett, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt,.

Oddfríður fer at lesa upp yrkingar, og hann fer at hugleiða eitt sindur um upprunan til bæði søvnini. Eisini ber til at ogna sær eitt signerað eintak av báðum søvnunum.

Men ikki nokk við tí, klokkan 17:00 spæla Tinganest á Listasavninum á Sandi. Tað ber til at náa bæði tiltøkini, og uppliva bókmentir, tónleik og málningalist alt sama dag.