Úti á vágni lógu Boðasteinur , Krosssteinur og Kyrjasteinar. Handan hesi skip lá Ísvirkið ? hvíttmálað við reyðari tekju, reyðum vindeygum og einum dunkandi motori. Hetta var myndin, sum flestu fuglfirðingar serliga av Bakkanum, festu eygað við, tá ið teir snimma á morgni sótu framman fyri vindeygað við tekrússinum í tí einu hondini og sukurmolanum millum varrar og tanngarð. Oman fyri var keldan Vígdá, Nón, Gjógvarafjall, Breiðaskarð og Kambur.
Tá ið motorurin glintaði visti tú at Eliseus, Jóan Jakku og Olli vóru og settu stimin upp, men har gekk eisini ein annar maður og rokaðist: Oddfríður. Hann var ikki sum stjórar flest. Ikki var slipsknúturin knýttur um barkan, hvíta flippan skygdi ikki ímillum tann reyða sprossan og tann hvítmálaða veggin, nei, hann var í bláum sjangaklæðum og rokaðist. Hesin litur hóskaði so ómetaliga væl til tann reyða og hvíta litin. Her var atmosfera.
Ísvirkið er sermerktur bygningur. Skaldskapurin í vindeygunum og hurðunum vóru sum ristar úr myndunum hjá Piet Mondrian. Um gamli Haraldsen hevur hugsað um hetta, tá ið hann hevur reist bygningin, er dult fyri okkum, men bygningurin er ein áhugaverdur bygningur. Vóni ikki, at hann verður skoldaður, sum mangir aðrir her í bygdini.
Um morgnarnar, tá ið skipini lógu á vágni, lógu tey og pilkaðu burtur av Ísvirkinum, við sínum svarta litið trýsti gronina í móti tí reyðu hurðini og teimum hvítu veggunum og skorsteinurin so køla, krunka svartur fór eftir tekjuni og endaði í tí grøna bønum. Soleiðis lá hann við teymin og mól til hann fór av landinum seldur sum gamalt jarn. Men eitt forvitnisligt í hesum spuna var, at ein erlakongsdóttir bygdi reiður í einum av ventilunum í stýrihúsinum. Óvitarnir róðu umborð fyri at skoða hetta reiður. Hesin svarti trolarin, rustdæmdur hýsti einari erlakongsdóttir. Hon var tann síðsta, sum fór av trolaranum, áðrenn hann fór av landinum.
Tá ið skipini komu undan Grønlandi ella Íslandi varð landað úti á Ísvirkinum. Haraldsen gamli hevði ofta ein hóp av óvitum kring seg. Somuleiðis Oddfríður. Har var gylt av tí smáa slagnum, tá ið lastin varð løgd upp. Nú vart tú millum menn og gjørdi manslít ... og stjórin sjálvur í tí bláu draktini var mitt ímillum henda hóp og stílaði fyri. Ljóst salt, hvítur fiskur, ein blá drakt og óvita ovfarakæti.
Vóru tað ikki skipini hjá Harladsen, ið vórðu landað, bar tað meiri enn so á, at tað vóru trolarnir hjá Kjølbro, ið løgdu lastina upp her. Hetta var í fimmti árunum. Tá var smáligt manga staðni, og væl kom tað við, at ein last kom til bygdina og fiskurin varð pakkaður her. Í hesum roka var Oddfríður. Hann hevði ikki bindindi til at standa aftan fyri diskin í forrætningini, nei rokast og taka eina hond í, tað var hansara. Hann var altíð at síggja úti á Ísvirkinum, turkihúsinum og umborð á Ólavi Halga. Her virkaði hann sum stjóri, men hann gekk í tí somu bláu draktini.
Picasso eigur myndina Blá atmosfera, har alt er blátt. Men hóast hetta er blátt, so er tann blái liturin meira enn bláur. Yður og yðukálvur koma upp úr dýpinum og lyfta teg upp í eitt rúmdarkervi við stjørnum og stjørnusólum av fjarum leiðum. Ísvirkið við tí bláu draktini hjá Oddfríða hevur sítt pláss her. Maðurin var mentamaður. Hann var ikki bert stjóri av heiti, men í hesum orði búði eisini eitt musiskt menniskja.
Hann var maðurin, ið segði sína hugsan, og kendi tú ikki mannin, kundi hetta verða tikið illa upp, men eitt orð er eitt orð og ein maður er ein maður, og hetta kendi tú mangan í kórinum, har hann hevði sín fasta sess sum basssangari, men virðing hevði tú fyri hesum ljósa basssangara. Eitt kvøldið mælti hann: Eg havi sungið her í fimmti ár, men mær er ongantíð unst eina uttanlandsferð við kórinum. Tað er langt skeið at syngja. Kvøld um kvøld, at fara úr Fløtugerðinum og seta seg í basssessin og so venja. Í heyst, tá ið manskórið fór undir venjingarnar, var hann tann fyrsti, ið hevði á orði: Vit mugu hava okkurt at syngja ímóti, vit mugu fara eina uttanlandsferð. Nú manskórið stevnir móti London á páskum hevur hann lagt árar inn, men orðini eru í minninum, hóast merktur av sjúku, hevði hann viljan og hugflogið, og gav hann hetta til kennar í hesi útsøgn.
Øll árini, hvar tú hevur verið kórleiðari í bygdini, kendist fløvin frá honum. Ringdi norður og spurdi: Hvussu gongst. Var onkur kórleiðari og vitjaði ella okkurt kórtiltak í bygdini, vart tú vísur í, at hann og Kathrin, konan rættu eina hond.
Nú á páskum hevur Lions listaframsýning úti í Runavíkar skúla. Øll árini hevur Oddfríður verið við til at savna málningar til hetta tiltak ? ein 26 ár. Hann er komin á gátt, og heimta teir, og hevur hetta verið ein siður, sum hevur verið fastur táttur, síðani farið var undir hetta tiltak. Hann var góður við Fuglafjørð, hann var góður við hvørt kykt, ið rørdi seg á mentanar økinum, og hetta kendu vit, sum fáast við hetta dagliga.
Erlakongsdóttirin umborð á Krosssteini fór av skipinum, tá ið tað fór sína síðstu leið út um Enni. Oddfríður, sum búði uppi í Fløtugerðinum, fór úr heimi sínum, nú lívsfarið fór út um síðsta enni á ferð síni til teir ævigu bústaðirnar. Ein sangari er farin.
Fjørðurin var so sera bláur, nú hann var borin út ? kavi og ein bláur fjørður. Hann sang so mangan: Når fjordene blåner som markens viol... Hvíl í friði kæri basssangari. Vit hittast aftur og syngja: Når fjordene blåner. Friður verið við minninum um Oddfríða.










