Oddfríður Marni Rasmussen kann nú eisini nevna seg barnabókarithøvund, nú hann gevur út bókina
?Innantanna Anna og Túsundbeinið Súni?
Við sínum sermerkta skrivistíli og humor sigur Oddfríður M. Rasmussen hesuferð søguna um puddilhundin Annu, sum altíð hevur verið tigandi, og um túsundbeinið Súna, sum er alt annað enn tigandi.
Súni er skrappur og arbeiðir nógv, hann er sjálvstøðugur vinnurekandi, sum rithøvundurin tekur til, so hann er altíð á fleggj og hevur ovmikið at gera, ikki um at tala, tá ið hann kemur til hús í ruskveðri og skal turka stivlar og hosur á radiatorinum.
Men sjálvt um Súni er skrappur, so er hann góður við vinkonu sína Annu, og tá ið Anna ein dagin er komin í neyð, tí hon knappliga er farin at tosa, so traðkar Súni sjálvandi til og hjálpir henni burtur úr fløkjuni, sum er um at gera Annu í ørviti.
Tey bæði fara á eina ferð út um portrið og hitta nógv onnur stuttlig og sermerkt djór, sum øll hava sína søgu, og sum hjálpa teimum báðum víðari fram móti eini loysn á málinum.
Bárður Oskarsson eigur tekningarnar i bókini.
?Innantanna Anna og Túsundbeinið Súni? er 60 blaðsíður, í litum og innbundin. Tað er Bókadeildin, sum gevur út.