1. februar fylti Oddfríður Gregersen í Syðrugøtu 75 ár. Oddfríður er føddur og uppvaksin í Syðrugøtu. Hann var tann fyrsti sum bleiv doyptur á føroyskum í Gøtu kirkju. Oddfríður hevur verið ein aktivur maður á mongum økjum. Hann var stjóri á P/F Fiskavirkinum í Gøtu, frá tí hann var 36 ára gamal, til hann legði frá sær sum 70 ára gamal. Hann var formaður í Gøtu kommunu í 14 ár, frá 1970-1984. Hann sat í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag í 25 ár, harav 9 ár sum formaður. Eisini var hann reiðari á nótabátinum Saturn og á skittfiskabátinum Sporinum. Nú hava synirnir, Atli, Páll og Regin yvirtikið dagligu leiðsluna av teimum ymisku feløgunum, sum Oddfríður rak.










