Hósdagin legði gamla nevndin í LISA frá sær og hin nýggja tók við. Eisini nýggi skrivarin varð kunngjørdur. Tað er 43 ára gamla Súsanna Holm, sum er útbúgvin pedagogur, men í løtuni lesur hugmyndasøgu. Hon avloysir Maluna Johannesen.
Hóast lesturin er knýttur at lærda háskúlanum í Århus, býr Súsanna í Kvívík og ferðast ímillum. Bæði Havnina, har nýggja uppgávan hjá Listafólkasambandinum verður røkt í Djónastovu yviri við Strond, og so Århus, har hugmyndasøguligi lesnaðurin gongur á fjórða árið.
Jórun takkar fyri seg
Jórun í Dali, sum hevur verið virkin í LISA síðani sambandið bleiv til fyri 19 árum síðani, takkaði á tíðindafundi hósdagin fyri seg og ynskt nýggju nevndini og nýggja skrivaranum góðan byr. Afturat at henni sótu Brandur Øssursson og Sharon Weiss í fráfarnu nevndini, meðan Malan Johannessen var skrivari.
Sum fráfarandi formaður vildi Jórum vísa á, at nýggja nevdin kemur til nýggja skrivstovu, nýggjan skrivara og nýggja heimasíðu. «Stóra uppgávan er, at gera sambandið sjónligt«, sigur Jórun. «Farna skeiði hava vit brúkt mestu tíðina uppá Listafólkastevnuna, sum skal verða í august og so at arbeiða við upphavsrættindum og skattligum viðurksiftum hjá listafólki. Eisini hava vit í ein ávísan mun verið við í arbeiðnum kring sonevndu Bryggjuna í Keypmannahavn«, segði Jórun í Dali fráfarandi formaður, sum ynskt, at nýggja nevndin varð væl móttikin og at hon somuleiðis fær eina góða byrjan.
Nýggi formaðurin
Eftir hesi orð kunngjørdi Jórun nýggja formannin. Ikki óvæntað gjørdist tað Oddfríður Marni Rasmussen, rithøvundur. Hann er 32 ára gamal og ættaður heiman av Sandi. Hinir nevndarlimirnir eru Jenny Petersen, sum er 39 ára gomul og ættað úr Havn og Jens Frederiksen, sum er 45 ára gamal og ættaður úr Danmark.
Nývalda nevndin umboðar Rithøvundafelag Føroya, Leikarafelag Føroya og Felagið føroysk Myndlistafólk. Tilsamans níggju feløg eru limir í LISA. Tey níggju limafeløgini fevna um eini 2000 listafólk.
Fyrsta uppgávan, sum nývalda starvsnevndin fær, er at gera av hvussu leingi tey skulu sita. Við tað, at øll nevndin er nývald, skulu tey eftir reglugerðini semjast um, hvør skal sita í eitt ár og tvey ár. Bert ein av teimum trimum nevndarlimunum hevur rætt at sita í tvey ár, meðan hinir báðir nevndarlimirnar skulu sita í eitt ár. Hvør verður hvør, verður upp til nevndina at vgera.
Men sínamillum eru tey trý nývaldu vorðin samd um, at Oddfríður verður formaðurin. «Vit hava eitt megnar arbeiði fyri framman« segði formaðurin eftir at hava takka fyri álitið.
Hvør er mentunarliga støðan?
Hann undirstrikaði, at nývalda nevndin, saman við fráfarnu nevndin, fer at seta seg inn í øll viðurskifti hjá Listafólkasambandinum og miðvíst arbeiða víðari við upphavsrætindum og skatta- og eftirlønarvirðurskiftum hjá listafólki. «Eisini fara vit at hyggja í mentunarálitið hjá landstýrismanninum frá 1996 og staðfesta, hvør støðan er. Gera status, soleiðis mentunarliga og kann eftir, hvussu og um mentanin man hava flutt seg hesi árini« segði Oddfríður um ætlaða virksemið hjá nývaldu nevndini.
Nývaldi formaðurin nevndi eisini ætlanir um eina mentunarliga heimasíðu eftir írskum mynstri og harafturat ætlar nýggja nevndin at skipa fyri almennum tiltøkum, har listagreinir kunnu samantvinnast í størri mun enn higartil. «Eitt nú sum Myndlistafelagið ger í Listaskálanum í hesum døgum, at samantvinna teirra list við tónlistina, har Aldubáran spælir nýggjan føroyskan tónleik afturvið Várframsýningini á hvørjum ári« siga tey trý sum við ein munn - Oddfríður, Jenny og Jens. Jú, nevndin tykist virkisfús og tørvar ikki hugskot.
Frá náði til starvsløn
Spurd um korini hjá føroyskum listafólki eru batnaði hetta skjótt tjúgu ára skeiði LISA hevur verið til, svarar fráfarandi formaðurin Jórun í Dali, at tað er hon ikki í iva um «Men vit gera tað ikki einsamøll. Men í samstarvi. Eitt nú við nevndarsessum, har sjónarmið okkara stútt og støðugt verða hildin fram, til dømis í Mentunargrunni Landsins, sum nú kann lata listafólk fáa trý ára starvsløn« sigur Jórun og skoytir uppí «Fyrr kundu listafólk av náði fá tríggjar mánaðir at gera eitt verk liðugt. Í dag kunnu tey fáa trý ár ? bara til at arbeiða í. Tað er eitt risa framstig og ein avgerandi hugbursbroyting« sigur Jórun, sum tó eins og fráfarni skrivarin, leggur afturat, at einki verður gjørt av Listafólkasambandinum einsamøllum. Alt krevst verða gjørt í felag. Men onkur má halda loganum brennandi, siga tær báðar, Malan og Jórun. «Tað er stóra uppgávan hjá LISA, ið sum ongan ting kundi farið fyri bakka, herfyri, høvdu vit ikki havt bara nakrar eldsálir« leggja tær afturat.
Sosialurin ynskir nývaldu starvsnevndini í Listafólkasambandi Føroya tillukku og góða eydnu framyvir, so vit sum frá líður, kanska fáa ein orðaðan mentanarpolitikk, so sum tiltikna samgonguskjalið leingi hevur sagt. Hvør veit.










