Í danska hondbóltsfelagnum Odder hava tey ilt við at skilja, at teirra komandi venjari í gjárkvøldið brádliga doyði.
Henrik Gerster, sum hevur verið virkin sum spælari og venjari í føroyskum hondbólti í nógv ár, skuldi fyrsta dagin taka við sum venjari í Odder, sum spælir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Men í gjárkvøldið doyði Henrik Gerster brádliga.
- Hetta er sera tragiskt, og okkara tankar fara til familjuna. Vit gleddu okkum sera nógv til eitt spennandi og langt samstarv við Henrik Gerster. Hann var ein sera jaligur og eldhugaður persónur, og tað er ikki til at skilja, at hann ikki longur er okkara millum, sigur Henrik Bentsen, formaður í hondbóltsfelagnum Odder.
Henrik Gerster var eitt kent navn í donskum hondbólti. Hann spældi yvir 500 ligadystir og vann fimm donsk meistaraheiti og seks steypakappingar. Hann var árini frá 1992 til 2001 kendur sum ein bakkur við sera góðum skoti á liðnum hjá GOG, sum skaraði framúr í donskum hondbólti. Henrik Gerster spældi eisini tríggjar landsdystir fyri Danmark og spældi í tveimum umførum í týsku bundesliguni.
- Henrik var ein fantastiskur hondbóltsspælari. Um mann geva seg 112 prosent, so gav hann seg altíð 113 prosent. Gjøgnum míni nógvu ár saman við honum, sá eg, hvussu hann helt áfram at menna seg sum venjari. Tað harmar meg sera nógv at frætta, at hann er deyður, sigur kendi hondbóltsviðmerkjarin Bent Nyegaard við TV2.
Nógv fólk hava í dag skrivað eina seinastu heilsan á Facebook-vangan hjá Henrik Gerster, og Klavs B. Jørgensen, sum spældi 185 landsdystir fyri Danmark, og sum nú venur danska kvinnulandsliðið, skrivar soleiðis á sínum Facebook-vanga í dag:
- Alt ov tíðliga, Henrik Gerster.
Henrik Gerster var bert 52 ára gamal, nú hann andaðist.










