ODDDAGREIN: Gev okkum ein roykalarm

Í grein í blaðnum dag verður stað­fest, at í tveimum førum hevur ein sjón­varps­mót­tak­ari elvt til, at eldur er kom­in í hús.

Hetta er ógvuliga álvarsamt, og vit fegnast um, at løgreglan tek­ur slík mál í so stór­um álv­ara, at or­søk­in verð­ur funnin.
Nógv verður gjørt burtur úr fyr­i­byrg­ing av ymsum slag. Sein­astu dag­ar­nar hava vit hoyrt nógv um ein húk í Klaksvík, sum setir ferðsl­u­trygdina í vanda, og sum er í stríð við null-hug­sjón­ina, sum hev­ur sum end­a­mál, at eing­in skal doyggja ella verða álv­ars­liga skadd­ur í ferðsl­uni.

Hetta er alt mikið gott. Men vit kunnu undr­ast, hví so lítið verður gjørt við brun­a­trygd í før­oysk­um heim­um. Øll vita, at eitt lítið bíligt tól, sum ein roykvarnari, sum kann keyp­ast fyri lítlan penga, bjargar manna­lív­um. Tað er líka so vist, sum tað, at trygd­ar­selin í bilinum bjarg­ar mann­a­lívum.
Kortini er eingin lóg, sum sig­ur, at øll heim skulu hava hes­ar royk­varn­arar.

Tá tað ræður um trygd á ar­beiðs­pláss­um, tá eru nógvir myndug­leik­ar á varð­haldi, og mong arbeiðspláss mugu lata loft ella kjallararúm standa ó­brúkt, tí tey liva ikki upp til brun­a­krøv­ini.

Tað er mikið gott, at so nógv verð­ur hugs­að um trygd­ina h­j­á ar­beiðs­fólki, men tá so lítið verður gjørt burt­ur úr trygd­ini í heimu­num, so hel­d­ur log­ikk­urin líkasum ikki.
Seinastu dagarnar hevur trygg­ing­ar­fel­ag­ið gjørt nógv burtur úr at greiða frá øllum gávunum til Før­oya fólk. Ein fyrstuhjáltaska er send í hvørt hús. Tað er eis­ini í fín­asta ordan.

Vit vita, at nógvir stórir skaðar og van­lukk­ur av eldi henda í heim­u­num. Tí átti tað at verið so sjálvtsagt, at eins strangar brun­a­treyt­ir vórðu sett­ar heim­u­num, sum ar­beiðs­pláss­u­num og bilunum.

Tí ynskja vit, at til dømis okk­urt trygg­ing­ar­felag keypir ein royk­varn­­ara til hvørt húski. Tá høvdu vit ver­ið 100% vís í, at mannalív vórðu bjargað - og utt­an iva eisini stór­ar pen­ing­a­upp­hædd­ir hjá trygg­ing­ar­fel­øg­um og missur hjá privatfólki.

Vit vóna, at greiða fæst á málinum um sjón­varps­mót­tak­ar­ar­nar. Eru teir vandamiklir, so eig­ur seljarin sjálvandi at taka teir inn­aft­ur.

Hinvegin halda vit, at mynd­ug­­leik­ar­nir eiga at taka seg sam­an og seta brunatrygdina í heim­u­num eins høgt, og trygd á ar­beiðs­pláss­um og ferðsl­u­trygd. Latið null­hug­sjón­ina eisini galda fyri heimini!