Høvuðsvenjarin hjá AB, Oddbjørn Joensen er ein fegin maður, aftaná sjey stig til AB seinastu trý umførini, og um Skála ikki fær fult ímóti HB í dag, so metir Oddbjørn, at teir á Argjum kunnu hyggja eftir teimum stuttligari plasseringunum á stigatalvuni.
Oddbjørn viðgongur, at teir valdu at binda fyri, aftaná 2-0 leiðsluna í fyrra hálvleiki, har ÍF við einum sjálvmáli, og einum reyðum korti gjørdu arbeiðstreytirnar hjá AB lættari. - Vit vildu hava hasi trý stigini, og so ger tað okkum tað sama, um tað ikki sá vakurt út, viðgongur Oddbjørn.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Oddbjørn Joensen.