Effodeildin: HB kann brúka eitt stig ímóti í dystinum í Fuglafirði í dag, so er 22. meistaraskapið hjá felagnum í hús. Hetta fær kortini ikki HB-venjaran, Oddbjørn Joensen at hugsa verjukent.
- Vit hava lopið á alt hetta kappingarárið, og vit fara eisini at leypa á ímóti ÍF, slær Oddbjørn fast.
Oddbjørn hevur vunnið FM, sum spælari og hjálparvenjari, og tað hevði verið ein stórur, persónligur sigur hjá honum at vunnið tað við HB, sum venjari.
Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Oddbjørn Joensen.