Hin 52 ára gamli Oddbjørn Joensen, ið fyrr í ár var venjari hjá AB í Effodeildini, skal vera venjari hjá kvinnuliðnum hjá KÍ. KÍ-kvinnurnar, sum hava evropeiskar avbjóðingar fyri framman, hava ongan venjara havt í ár, og tann støðan verður tann sama aftaná Champions League-dystirnar, sum liðið skal spæla.
Tí Oddbjørn Joensen verður bert venjari í teimum trimum, evropeisku dystunum, sum liðið skal spæla í august mánaði. Talan er um undankappingarbólkaspæl til Champions League hjá hjá kvinnum. Mótstøðuliðini hjá KÍ verða Apollon Limassol úr Kýpros, Stjarnan úr Íslandi og Hibernians úr Malta.
Manglandi venjarin hevur tó á ongan hátt ávirkað landskappingina hjá KÍ-kvinnunum, har liðið stevnir ímóti sekstanda meistaraheitinum á rað. KÍ er á odda í landskappingini við 10 stiga frástøðu til næsta liðið, EB/Streym/Skála.