Oddbjørn hjálparvenjari hjá AB

FM vinnandi venjarin hjá HB í fjør verður hjálparvenjari hjá AB komandi kappingarár

Oddbjørn Joensen fekk ikki longt sáttmálan í HB, hóast felagið vann FM farna kappingarár. Óvist hevur verið um hjálparvenjarastarvið á Argjum, men nú er greitt at tað verður Oddbjørn Joensen, sum kemur at hjálpa Bill Mcleod Jacobsen, ið er nýggjur venjari á Argjum.

 

Oddbjørn hevur eisini eina fortíð á Argjum. Hann hevur tvær ferðir verið venjari hjá AB. Fyrst var um aldraskiftið, tá AB spældi í lægri deildunum. Síðani tók hann við eftir Rúna Nolsøe, sum førdi liðið upp í bestu deildina fyri fyrstu ferð í søguni í 2006.

 

Árið 2007 verður tó skjótt gloymt fyri bæði Oddbjørn Joensen og AB. Oddbjørn stóð bara á odda fyri liðnum í 13 dystir, og felagið flutti seinni niður. Oddbjørn Joensen var í fjør venjari hjá HB, sum vann FM, men tað var ikki nokk til at fáa longt sáttmálan við felagið.

 

Talan er um ein 1 ára sáttmála, skrivar heimasíðan hjá AB.