Oddbjørn: Hesaferð vinnur Brasil

(Ljóðsamrøða) Oddbjørn Joensen hevur fylgt væl við HM seinastu 32 árini

Høvuðsvenjarin hjá AB, Oddbjørn Joensen hevur stóran áhuga fyri útlendskum fótbólti, eisini HM-fótbólti.

 

Síðani HM-endaspælið í Spania í 1982 hevur Oddbjørn fylgt sera væl við, og tað líður væl, at hann eigur allar HM-dystirnar, sum hava verið vístir í føroyskum sjónvarpi á VHS-bandi, ella á DVD-fløgu.

 

Oddbjørn heldur við Brasil, og hann væntar, at Brasil vinnur HM á heimavølli.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr gjøgnumgongdina hjá Oddbirni Joensen av teimum átta HM-bólkunum.