Havnar Bóltfelag er so nær, sum tað nú eina ferð ber til, at vinna meistaraheitið í føroyskum fótbólti. Venjarin hjá felagnum, Oddbjørn Joensen, hevur tó ikki fingið boð um, um hann heldur fram. Sáttmálin gongur út við kappingarenda, men formaðurin í HB, Finnbogi Arge, letur væl at gongdini hjá núverandi venjaranum.
- Vit hava ikki viðgjørt venjaraspurningin enn. Tað gera vit ikki fyrr enn kappingarárið er liðugt. Men tað hevur gingið gott, tað kunnu vit siga. Tað er ikki komið av ongum, at vit kunnu vinna meistaraheitið, so tað eru vit nøgdir við, sigur Finnbogi Arge.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undur myndini
Mangan hevur verið sagt, at HB manglar ein málslúk, sum kann skjóta nógv mál. Hóast HB ikki hevur hendan í hópinum í dag, so hevur felagið skotið felst mál í Effo-deildini í ár.
- Spurningurin er um tað betri at hava ein, ið skjýtur tjúgu mál ella fýra, sum skjóta tíggju mál í part. Tað vil eg heldur tað seinna. Tá tað er sagt, so er tað nokk nakað um tað, at vit kundu brúk ein spælara, sum kann skjóta málini tætt undir málinum, sigur Finnbogi Arge, formaður í HB.
HB hevur fyrr verið sett í samband við Jóan Símun Edmundsson. Finnbogi ásannar, at ein spælari sum hann altíð er áhugaverdur fyri HB.
- Um ein so góður spælari sum hann hevur hug at koma til HB, so hyggja vit altíð alvorliga eftir tí. Hann skal verða hjartaliga vælkomin í felagið, men tað er ikki altíð tað er so líka til at fáa slíkar spælarar. Vit hava ikki verið í drúgvum samráðingum við hann ella nakran annað, sum støðan er í løtuni. Tað gera vit tá kappingin er endað, sigur formaðurin hjá HB.
Ein annar spurningur, sum er ósvaraður í HB er, um Fróði Benjaminsen heldur fram. Hann hevur í ár umframt at verið liðskipari, eisini verið hjálparvenjari.
- Vit vóna at hann heldur fram, men vit vita tað ikki. Sáttmálin gongur út í ár, men vit eru sinnaðir at bjóða honum at halda fram, men tað er upp til hann. Fróði er framvegis millum teir bestu spælararnar, og hann hevur eina góða ávirkan á liðið, sigur formaðurin.
Líkt er til, at allir spælararnir í hópinum í dag halda fram.
- Mær vitandi halda allir spælarar fram í felagnum, men tað merkir ikki, at vit ikki hyggja runt og vita hvat er. Tað er týdningarmikið, at eitt felag ikki stendur í stað. Onkuntíð skal tað nýtt blóð til, sigur Finnbogi Arge at enda.
Fær HB stig í dystinum sunnudagin móti TB, ella ÍF ikki vinnur á NSÍ, so verður HB FM vinnari 2013.