Oddbjørn: – Skaptu ov lítið

– Tað er altíð ein strika í rokningini at tapa, men hetta er tað, sum kann henda. Vit hava spælt nógvar góðar fótbóltsdystir, men spæla eisini nakrar, har vit ikki fáa tað at koyra, og hetta var ein av teimum. Men tað var so eisini fortjenastan hjá Víkingi, at vit ikki fáa spælt so væl, segði HB-venjarin, Oddbjørn Joensen, eftir tapið fyri Víkingi í gjár.
– Vit høvdu bóltin meginpartin av tíðini, men skaptu ikki nóg nógvar kjansir, tó at vit høvdu einar tveir ella tríggjar hampuliga góðar. Hinvegin var Víkingur var effektivari og brúkti sínar kjansir, ið eisini vóru størri enn okkara.
At dysturin neyvan var tað stóra upplivilsið, ásannaði Oddbjørn eisini, tá hann skuldi lýsa dystin:
– Hetta var tað, sum danskarar plagdu at rópa summarfótbóltur, tí her var lítil ferð á. Og hóast tað eisini bleiv til eitt sindur av kombinatiónsspæli, gekk tað ov seint fyri seg. Hetta minti um dystin við Margáir, tá vit eisini taptu, hóast vit høvdu bóltin nógv, men skaptu einki, segði hann.
Nú argasti kappingarneytin, ÍF, eisini setti stig til, broyttist oddastøðan hjá HB ikki stórvegis, tí framvegis er havnarfelagið níggju stig fremst á stigatalvuni:
– Okkara mál er meistaraheitið, sum vit royna at fara eftir, og vit eru so enn hesi níggju stigini fremst. Men vit kenna okkum ikki tryggar, fyrr enn vit eru komnir á mál, segði Oddbjørn Joensen.