Oddbjørn skal venja KÍ

Samband hevur verið við fleiri venjarar, men tað kann nærum staðfestast við vissu, at nýggi venjarin í KÍ eitur Oddbjørn Joensen

KÍ-venjarin

Um miðdagsleiti mikudagin kundi KÍ boðað frá, at teir hava sett nýggjan venjara í venjarasessin, sum varð tøkur, tá felagið mánadagin loysti Ove Flindt Bjerg úr sessinum.
Tað verður tó ikki fyrr enn á kvøldi, at navnið á venjaranum verður avdúkað.

Oddbjørn kemur í kvøld
Men tað tykist vera lítið at ivast í, at nýggi maðurin í venjarastólinum verður Oddbjørn Joensen. Sum vit skrivaðu í týsdagsútgávu okkara, so var Oddbjørn Joensen eitt av nøvnunum, sum alt fyri eitt varð sett í samband við KÍ.
Sum skilst, so hevur felagið verið í samband við nakrar venjarar. Teirra millum Jógvan Martin Olsen og Abraham Løkin, men hvørgin teirra segði seg hava møguleikan at taka við starvinum, skilst. Hetta skal tó ikki skiljast soleiðis, at KÍ síðani hevur leitað eftir øðrum evnum, tí Oddbjørn hevur alla tíðina verið millum evnini, sum arbeitt hevur verið við.
Við evstamark okkara var Oddbjørn Joensen staddur uttanlands, og hetta sampakkar eisini sera væl við, at tey í KÍ ikki kundu avdúka nýggja venjaran fyrr enn á kvøldi. Tá skuldi Oddbjørn eftir ætlan verið komin til landið.

Stórt innlit
Tá tosað verður um fótbólt í fremstu føroysku deildini, so er avmarkað, hvussu nógv Oddbjørn hevur verið frammi. Eitt skifti traðkaði hann til sum avloysari hjá HB, men í aðrar mátar hevur tað mest verið í leiklutinum sum hjálparvenjari, at klaksvíkingurin í Havn hevur virkað. Harumframt hevur hann eisini virkað sum venjari hjá AB í trý ár.
Tað man tó vera fáur, sum ivast í innlitið hjá fyrrverandi KÍ- og HB-spælaranum til føroyskan fótbólt. Sum hjálparvenjari hevur hann mangan havt stóran leiklut. Ikki minst, tá hann í HB virkaði sum hjálpari hjá spælandi venjara.
Enn hevur hann so til góðar at royna seg sum veruligur oddamaður, og einki er at ivast í, at hetta eisini er eitt ynski, sum hann hevur sjálvur. Ta avbjóðingini tykist hann nú fáa í Klaksvík, har uppgávan fyrst og fremst verður at buka nakað av sjálvsáliti í spælararnar, sum í løtuni uppliva ein sjáldsama kraftigan niðurtúr í einum ári, har byrjanin annars legði upp til, at KÍ skuldi verða partur av avgjørda oddinum. Tann málsetningurin kann framvegis røkkast, men tað krevur hart arbeiði og kanska nakað av hepni.