Oddbjørn skal venja AB

Súni Fríði Barbá verður spælandi hjálparvenjari, tá ið AB skal royna at fóta sær í Formuladeildini næsta kappingarár


AB gjørdi í gjárkvøldið avtalu við Oddbjørn Joensen um at venja Formulaliðið hjá teimum næsta kappingarár. Oddbjørn er klaksvíkingur, men hevur búð í Havn í nógv ár. Hann hevur verið venjari í HB, KÍ og onnur føroysk feløg, og hann hevur eisini áður verið venjari í AB.
- Málsetningurin er greiður. Teir dystir sum kunnu vinnast, skulu vinnast, og spælararnir mugu taka sína ábyrgd. Hettar er størsta venjingarliga avbjóðingin hjá mær, sigur Oddbjørn Joensen við heimasíðuna hjá AB.
Toppskjúttin hjá B68 í farna kappingarári, Súni Fríði Barbá, verður hjálparvenjari hjá Oddbjørn, og Súni Fríði skal eisini spæla við liðnum.