Oddbjørn skal hjálpa Piotr

Oddbjørn Joensen, sum hevur drúgvar royndir bæ_i sum leikari og venjari, er nú settur sum hjálparvenjari á besta mansli_num hjá B36

Til dystin hjá B36 ímóti Skála sat nýggjur maður á beinkinum. Talan var um Oddbjørn Joensen, sum B36 hevur sett sum hjálparvenjara hjá 1.liði hjá felagnum.

Ætlanin er, at Oddbjørn skal verða hjálparvenjari burturav hjá besta liðnum, meðan fyrrverandi hjálparvenjarin, Sigfríður Clementsen, framyvir skal verða høvuðsvenjari hjá øðrum liði.

Um orsøkina til brádliga skiftið av hjálparvenjara, sigur formaðurin í B36, Kristjan á Neystabø, at felagið metti, at tveir venjarar var ov lítið til bæði 1. og 2.deild.

? Tað er ein sannroynd, at hópurin hjá okkum er somikið stórur, at neyðugt var við einum venjara afturat, sigur Kristjan á Neystabø.

Formaðurin í B36 vísir á, at fyri at spælarar í felagnum ikki skulu detta niður ímillum, so er neyðugt við trimum venjararum til 1. og 2. lið.

Spurdur um, hví skiftið er komið so seint í kappingarárinum, svarar Kristjan á Neystabø, at felagið vil til ein og hvørja tíð fremja broytingar, so at viðurskiftini í felagnum eru so góð sum gjørligt.

Royndur hjálparvenjari
Nýggi hjálparvenjarin í B36 hevur drúgvar royndir sum bæði leikari og venjari. Oddbjørn Joensen er klaksvíkingur, og hevur hann spælt við KÍ, LÍF, og HB.

Oddbjørn vandi HB í 1997, og árið eftir var hann hjálparvenjari hjá B68. Í 1999 gjørdist Oddbjørn venjari hjá AB, og var við at tryggja argjamonnum uppflyting í 3.deild.