Oddbjørn: Hetta var eitt orduligt mannfólkaavrik

HB venjarin Oddbjørn Joensen er ógvuliga væl nøgdur við avrikið, sum hansara menn vístu í Vestmannaoyggjunum í kvøld. Úrslitið millum ÍBV og HB var 1-1, eftir at heimaliðið í hálvleikinum var frammanfyri 1-0.

 

Um eina viku eigur HB heimavøll ímóti ÍBV. Tá verður avgjørt, um tað verður HB ella ÍBV, sum skal halda fram í europeisku kappingini.

 

-Undan ferðini til Íslands metti eg, at vánirnar fyri at spæla seg víðari vóru størri hjá teimum. Taá seði eg 60-40 til teir. Eftir javnleikin í kvøld haldii eg, at tølini eru 50-50. Tað vil siga, at vit hava eins stóran møguleika at spæla okkum víðari, sum teir hava, sigur HB venjarin úr Vestmannaoyggjunum, og hann heldur fram:

 

-Vit vóru undir stórum trýsti, inntil teir høvdu lagt seg á odda. So linkaði tað, og hóast bólturin ofta varð lyftur og gyppaður fram ímóti okkara brotsteigi, so var tað bara í einum føru, at teir høvdu stóran møguleika at skora eitt mál aftrat. Umframt málið, sum Jóhan Troest Davidsen skoraði í 2. hálvleiki, so høvdu vit tveir møguleikar. Í fyrra førinum var Bárður J. Heinesen leysur, og í seinna førinum – ein minutt undan dystarenda – var Christian R. Mouritsen í góðari støðu. Hevði hann skotið eitt sekund fyrr, enn hann gjørdi, so ivist eg ikki í, at hann hevði skorað.

 

Tølini siga, at HB hevði trý skot á málið, og at ÍBV hevði seks skot á málið. Tíggju ferðir fór bólturin framvið HB málinum, tá ið heimaliðið royndi seg, og tvær ferðir sendi HB bóltin framvið málinum. HB hevði fýra hornaspørk, og ÍBV hevði eisini fýra hornaspørk.

 

Men teir trýstu nógv?

 

-Talan var um langar og høgar sendingar í klassiska bretska stílinum. So dúvaðu teir upp á at fáa møguleikan í returbóltum í brotsteiginum, men tá stóðu okkara so sera stinnir. Hetta var eitt orduligt mannfólkaavrik. Mótstøðumenninir vóru kropliga betri fyri, og teir vóru skjótari enn okkara. Men HB bjóðaði av í nærdystunum, allir ofraðu seg fullkomuliga, og tað gav úrslit. Tá ið ferðin ikki var so høg, so sást at okkara eru betri fótbóltspælarar, enn teir eru.

 

Hvussu skulu tit basa teimum á heimavølli?

 

-Fyrst og fremst vóni eg, at tað fer at merkjast, at vit vera á heimavølli. Her hugsi eg um stuðulin frá áskoðarunum. Sum støðan er nú, so er tað upp til teir at leypa á. Hetta er ikki júst tað, sum teir eru mest kendir fyri. Í teimum fyrstu níggju landskappingardystunum hava teir bara skorað ellivu mál. At teir skulu fram á vøllin ber møguleikar fyri okkum at fara í skjót mótálop. Tað hevur verið ein av styrkjunum hjá okkum í landskappingini. Og so rokni eg tað at vera fyrimun fyri okkum, at dysturin í Gundadali verður á graslíki. Í kvøld spældu vit á grasi, og tað kendu vit vera torført, tí tað var vátt og harvið hált, sigur Oddbjørn Joensen venjari hjá HB.

 

Símun Samuelsen og Andeew av Fløtum sóru á beinkinu í kvøld:

-Møguliga kundu teir havt spælt, men vit valdu at spara teir. Báðir hava verið skaðaplágaðir, og tá ið vit vistu, at talan fór heldur at vera um stríð enn um fótbóltsspæl, so mettu vit tað vera skilabetri, at teir vera tøkir um eina viku, sigur Oddbjørn Joensen.

 

HB ferðalagið fer úr Vestmannaoyggjunum klokkan 8.30 í morgin. Tað tekur ein hálvan tíma at sigla inn á fastlandið. Eftir døgurða verður farið við Atlantsflog til hús, og so verður farið undir fyrireikingarnar til avbjóðingina hóskvøldið í næstu viku.

 

 

ÍBV-HB 1-1 (1-0)

Á Hásteinsvølli í Vestmannaoyggjunum hósdagin 4. juli 2013 kl. 21.30

Dómarakvartett úr Ungarn: Ádám Németh, Zsolt Attila Szpisjak, Zsolt Varga og Zsolt Szabó

1-0: Gunnar Már Guðmundsson 16.

1-1: Jóhan Troest Davidsen 65.

ÍBV: David James - Arnór Eyvar Ólafsson, Eiður Aron Sigurbjörnsson, Brynjar Gauti Guðjónsson, Matt Garner - Tonny Mawejje, Gunnar Þorsteinsson (Arnar Bragi Bergsson, 81.), Ian Jeffs, Gunnar Már Guðmundsson, Víðir Þorvarðarson, Aaron Spear (Bradley Simmonds, 81.).

Gult kort: Ian Jeffs

HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José Dos Santos – Heini Vatnsdal (Tróndur Jensen, 81.), Fróði Benjaminsen – Christian R. Mouritsen, Bárður Olsen, Kristin R. Mouritsen – Bárður J. Heinesen (Pál Mohr Joensen, 70.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jørgensen, Símun Samuelsen, Andrew av Fløtum

Gult kort: Jógvan Rói Daviden

 

 

----

 

 

LIÐUGT!

1-1

 

2 minuttir lagdir aftrat!

 

90) 1-1

HB spælararnir eru ógvuliga raskir. Teir stríðast sum leyvir, og tað sær út til, at tað fer at eydnast at halda tørn um javnleikin!

 

 

88) 1-1

Nærdystirnir eru nógvir og tað er tætt millum fríspørkini. Nú fekk Fróði Benjaminsen eitt.

 

85) 1-1

Arnar Bragi Bergsson roynir seg við skoti úr brotsteiginum, men málverjin hevur tak á støðuni!

 

84) 1-1

Eftir frísparksinnlegg verður bólturin beindur framvið HB málinum. Teitur gevur sær góðar stundir við málsparkinum.

 

81) 1-1

ÍBV skiftir út: Bradley Simmonds hevur loyst Aaron Spear av.

HB skiftir út: Tróndur Jensen hevur loyst Heina Vatnsdal av.

 

80) 1-1

Tíggju minuttir eftir, og tað stendur framvegis á jøvnum. HB bjóðar seg eisini til í álopum. Síðstu løtuna eru fyrst Kristin R. Mouritsen og so Christian R. Mouritsen veittraðir fyri at hava verið rangstaddir.

 

 

77) 1-1

Íslendingar ótolnast. Nú hevur Arnór Eyvar Ólafsson roynt seg við rimmar skoti úr brotsteiginum, men bólturin fór dygst framvið málinum.

 

75) 1-1

Íslendingarnir kennast at vera ótolnir, nú tað ikki eydnast teimum at fáa úrtøku burturúr yvirvágini, sum teir hava. Spear ger fríspark ímóti Santos.

 

72) 1-1

Kristin R. Mouritsen ger fríspark, og tá ið båólturin verður lagdur í broteteigin, royndi Matt Garner seg, men bólturin fór framvið.

Nú eru nógvir nærdystir og nógv fríspørk!

 

70) 1-1

Pál Mohr Joensen er komin á vøllin í staðin fyri Bárð J. Heinesen. Tað vil siga, at Oddbjørn Joensen nú leggur meiri dent á verjupartin.

 

66) 1-1: Jóhan Troest Davidsen 66.

So hevur HB skorað týdningarmikla málið á útivølli. Jóhan Troest Davidsen setti bóltin í netið við høvdinum, eftir at Christian R. Mouritsen hevði sent fríspark í brotsteigin!

Gott lag í HB leguni!

 

 

60) 1-0

HB er sloppið undan stóra trýstinum, og síðstu løtuna hevur tað mesta gingið fyri seg millum brotsteigarnar báðar.

 

58) 1-0

HB er undier stórum trýsti. Eftir hornasparksinnlegg stýrdi Eiður Aron Sigurbjörnsson við høvdinum bóltin framvið málinum - ikki so sannførandi.

 

56) 1-0

Sum í 1. hálvleki so er heimaliðið fyrstu løtuna eftir steðgin omaná. Aaron Spear hevur eftir gott uppspæl misnýtt risa møguleika, og nú hevur Jógvan Rói Davidsen sæð gula kortið.

 

51) 1-0

Tað gongur skjótt úr øðrum endanum og í hin. Víðir Þorvarðarson royndi seg við skoti eftir skjótt áop, men bólturin fór framvið málinum aftanfyri Teit M. Gestsson.

 

50) 1-0

Bæði liðini hava havt atsóknir fyrstu fimm minuttirnar eftir steðgin. Í fyrra førinum royndi Tonny Mawejje seg við stútara, og tá fór bólturin framvið málinum. Og so var tað Bárður Olsen, sum royndi seg við skoti, eftir at hornaspark var lagt innfyri. Verjan vardi væl fyri skotinum.

 

46) 1-0

Spælararnir eru komnir á vøllin aftur, og dómarin hevur bríkslað fyri fyrst ferð eftir steðgin. HB hevurgivið bóltin upp, og nú er tað luturin hjá HB at spæla ímóti lotinum.

 

---

 

Tølini siga, at heimaliðið hevur verið omaná. ÍBV hevur havt fimm royndir innanfyri málkarmin hjá HB, og tríggjar ferðir er bólturin farin framvið. HB hevur havt eitt skot á málið hjá David James, og tvær ferðir e bólturin farin framvið málinum hjá heimaliðnum.

 

Í hornaspørkum stendur á jøvnum: ÍBV hevur havt trý hornaspørk í 1. hálvleiki, og HB hevur havt trý hornaspørk.

 

Eitt stórt korter var farið, tá ið ÍBV legði seg á odda. Síðani tá hevur ferðin ikki verið so høg, sum hon var fyrstu løtuna.

 

HÁLVLEIKUR

1-0

 

45) 1-0

Aaron Spear roynir seg við frísparki dygst uttanvert brotsteigin, men Teitur M. Gestsson verjir meistarliga væl fyri.

 

41) 1-0

HB er væl betri við í spælinum, enn havnarmenninir vóru fyrra partin av 1. hálvleiki. Eftir gott uppspæl hevur Bárður J. Heinesen havt goða roynd, men bólturin fór framvið málinum. Lítla løtu seinni er vandi á ferð í hinum endanum, men Teitur M. Gestsson verjir fyri, tá ið Marr Garner roynir seg við stútara.

 

40) 1-0

 

 

 

34) 1-0: Gunnar Már Guðmundsson 16.

Tað er torført at standa á beinunum, tí vøllurin er so vátur.

Heimaliðið hevur verið omaná, men HB er ikki niðurspælt. Santos hevur havt góða roynd, sum fór dygst framvið, og eftir horna fór bólturin í ÍBV málið, men dómarin kolldømdi.

 

31) 0-0

Santos roynir seg við langskoti, men bólturin fer framvið.

 

28) 0-0

Ian Jeffs fær gula kortið.

 

1) 0-0

Heimaliðið gevur bóltin upp.

 

--

 

HB liðið er ikki frítt darvað av skaðum, nú liðið fyrireikar seg til altjóða avbjóðingina ímóti ÍBV í Vestmannaoyggjunum, har fyrsta bríkslið ferður klokkan 20.30 føroyska tíð, sum er klokkan 19.30 íslendska tíð.

Oddbjørn Joensen hevur gjørt av, at Teitur M. Gestsson skal verja málið, og harvið at Hans Jørgensen skal vera eykamálverji.

 

ÍBV: David James - Arnór Eyvar Ólafsson, Eiður Aron Sigurbjörnsson, Brynjar Gauti Guðjónsson, Matt Garner - Tonny Mawejje, Gunnar Þorsteinsson, Ian Jeffs, Gunnar Már Guðmundsson, Víðir Þorvarðarson, Aaron Spear.

HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José Dos Santos – Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen – Christian R. Mouritsen, Bárður Olsen, Kristin R. Mouritsen – Bárður J. Heinesen

Á beinkinum: Hans Jørgensen, Pál Mohr Joensen, Tróndur Jensen, Símun Samuelsen, Andrew av Fløtum