Høvuðsvenjarin hjá HB, Oddbjørn Joensen er við góðari orsøk, bæði glaður og stoltur um 1-1 javnleikin hjá HB ímóti ÍBV á útivølli í Europa League kappingini.
Oddbjørn heldur, at mótstøðuliðið spældi kontant, men ikki ófantaligt. ÍBV sum hevur nógvar bretar á liðnum spældi við einum týpiskum bretskum stíli. Oddbjørn er fegin um, at hansara menn vístu góðan hugburð, og fluttu bóltin væl millum sín. Tað var tó ein vátur vøttur, tá ÍBV kom á odda í 16. minutti beint aftaná HB hevði havt bóltin í málinum hjá ÍBV.
Oddbjørn slær kortini fast, at tað er framvegis talan um eina opna uppgerð, men, at nú er munandi javnari millum liðini, enn veddingarfyritøkurnar í Europa hava hildið fast við. ÍBV skorar ikki nógv mál, og á Tórsvølli um eina viku skal íslendska liðið fram á vøllin, og tí hevur Oddbjørn góðar vónir til returdystin.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu við Oddbjørn Joensen, sum var gjørd beint aftaná dystin.










