Oddbjørn Joensen, høvuðsvenjari hjá HB heldur, at talan varð um eitt gott liðavrik, tá HB á heimavølli í Gundadali í dag vann 2-0 á føroyameistarunum hjá EB/Streymi.
Hóast tað fyri tey, sum uttanfyri stóðu tyktist at verða ein linligur fyrri hálvleikur, so undirstrikar Oddbjørn, at hansara menn vóru tendraðir frá fyrsta bríksli. EB/Streymur er ikki eitt lið, sum er lætt at bróta niður, og hann var greiður yvir, at tað fór at taka sína tíð, áðrenn málini komu. HB fekk bæði málini tað fyrsta stóra korterið av seinna hálvleiki.
Hans Pauli Samuelsen, liðskipari hjá EB/Streymi var nøgdur við fyrra hálvleik, har teir høvdu ein 0-0 javnleik, men hann iðrar seg um ta ringu byrjanina av seinna hálvleiki, har teir koma afturúr við tveimum málum.
Tað ber til at hoyra prátið við Oddbjørn Joensen, sum vitjaði rásarúmið hjá Rás2, og Hans Paula Samuelsen, sum var tøkur á telefonini í ljóðbrotinum undir greinini.