Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Oddbjørn Joensen, og hann væntar millum annað ein sigur til B36 ímóti HB í 14. umfari í Betri Deildini hjá monnum, sum er á skránni um vikuskiftið.
Síggj FSF Varpið við at trýsta pílin á myndini
14. umfar í Betri Deildini hjá monnum verður sparkað í gongd leygardagin klokkan 18:00, tá NSÍ og Víkingur bresta saman í eystanstevnudysti við Løkin í Runavík. Sunnudagin spæla EB/Streymur – 07 Vestur, Skála – AB og TB/FCS/Royn – KÍ, meðan seinasti dysturin verður grannauppgerðin í Havn millum HB og B36.
Gestur í FSF Varpinum hesaferð at meta um og umrøða komandi umfar, er Oddbjørn Joensen. Og sambært fyrrverandi venjarinum hjá millum annað AB og HB, so ferð B36 avstað við sigrinum í høvuðsstaðnum.
Betri deildin menn – 14. umfar:
Leygardagin:
NSÍ – Víkingur Beinleiðis á Rás2
Sunnudagin:
Suðringar – KÍ (14.30)
Skála – AB (15.00)
EB/Streymur – 07 Vestur (15.00)
HB – B36 (15.00) Beinleiðis á Rás2