Oddbjørn: Allir fáa møguleikan í venjingarkappingini

Í morgin skipar fótbóltsvenjarafelagið fyri einari serligari fótbóltskapping í Gundadali.

 

Kappingin fer fram á bæði ovara og niðara vølli í Gundadali. Kappast verður við 12 liðum, 4 í hvørjum bólki. Leiktíðin er 1 x 35 min.

 

9 vodafonelið og trý 1. deildarlið fara at taka lut í kappingini. Liðini, sum at taka lut í fótbóltskappingini eru : EB/Streymur, ÍF, HB, KÍ, Víkingur, NSÍ, B36, FC Suðuroy , B68, AB, B71 og HB 1. deild.

 

Ì bólki A, sum spælir millum klokkan 10.15 og 12.15 verða AB, ÍF, EB/Streymur og HB.

 

Í bólki B, sum spælir millum klokkan 12.30 og 14.15 verða KÍ, NSÍ, B36 og Víkingur.

 

Í bólki C, sum spælir millum klokkan 14.30 og 16.25 verða B68, B71, FC Suðuroy og HB 1. deild.

 

Teir tríggir bólkavinnararnir og besti tveyarin koma í hálvfinalurnar, sum verða spældar samstundis á ovara og niðari vølli klokkan 16.30.

 

Klokkan 17.10 verður finalan spæld á ovara vølli.

 

Í morgun tosaði morgunsendingin hjá Rás2 við Oddbjørn Joensen, venjara hjá HB, sum sær stórar møguleikar við hesari venjingarkappingini. Oddbjørn ætlar, at allir sum eru partur av hópinum skulu fáa høvið at royna seg, og hann dylur ikki, at teir fara eftir at vinna venjingarkappingina í morgin.

 

Tað ber til at hoyra prátið við Oddbjørn Joensen undir greinini.