Oddbjørg hevur meginpartin av lívi sínum arbeitt sum skrivstovukvinna, fyrst nøkur ár á skrivstovuni hjá J.F. Kjølbro og síðan 1983 á Politistøðini í Klaksvík. Hon hevur eisini arbeitt í handli í Klaksvík og á dómaraskrivstovuni í Havn.
Oddbjørg hevur eitt lætt sinni og er løtt at umgangast.
Hon er dóttir Emmu og Sam Jacobsen (í Búðunum) í Klaksvík.
Oddbjørg er gift við Eyðuni Elttør, fyrrverandi landsstýrismanni í oljumálum, tey eiga fýra synir, Stig, Elian, Eystein og Rúna.
Oddbjørg og Eyðun eiga 5 ommu- og abbabørn.
Føðingardagin er Oddbjørg burturstødd. Henni verður ynskt hjartaliga tillukku og Harrans signing.
x