Oddbjørg Balle er sett í starv sum leiðari á Barnaverndarstovu Føroya
Oddbjørg Balle er útbúgvin cand.pæd.psyk., og hevur farna árið starvast sum sálarfrøðingur á Barnaverndarstovuni. Umframt leiðsluroyndir hevur Oddbjørg Balle drúgvar royndir á barnaverndarøkinum.
Barnaverndarstovan er felagskommunalur stovnur, sum Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag varða av.
Barnaverndarstovan er tænastu- og ráðgevingardepil fyri barnaverndartænasturnar kring landið, og umsitur eisini forsturforeldraskipanina og nýstovnaða SSP-samstarvið.
Átta umsóknir vóru til starvið. Oddbjørg Balle tók við starvinum frá 1. januar 2009.