OddaSTRÍÐ

Luftin verður full av spenningi, tá kvinnuliðini hjá VÍF og VB hittast í Vestmanna hóskvøldið

Hondbóltur

Klokkan hálvgum sjey hóskvøldið verður hondbóltur í Vestmanna. Og ivaleyst eru tað nógv, sum við spenningi bíða eftir hesum.
Tí talan er í nógvar mátar um nógv meira enn bara ein hondbóltsdyst. Tað eru nevnliga kvinnuliðini hjá VÍF og VB sum bresta saman, og umframt at talan er um tvey av oddaliðunum í føroyskum kvinnuhondbólti, so eru hesi bæði eisini júst feløgini, sum hava verið í sentrum, nú útlendingamálið í føroyskum ítrótti hevur rumblað.

Stórar rembingar
Upprunaliga skuldi dysturin annars verið leiktur tann 15. november, men grundað á alt rumblið, sum tá var kring útlendingamálið, so bað VB HSF um at flyta dystin. Ein umbøn, sum VÍF annars ikki vildi ganga á møti, men sum HSF kortini staðfesti.
Men nú verður dysturin so leiktur, og tað er einki at ivast í, at tað verða tvey topp-tendrað lið, sum nú fara á vøllin. Í Vági halda tey seg í øllum førum hava nakað at prógvað mótvegis VÍF, sum jú var felagið, ið festi í alt rumblið, og hinvegin vilja tey í Vestmanna helst eisini prógva, at tey so sanniliga eisini hava eitt lið, sum kann standa seg í kappingini.
Og so eru tað jú eisini ítróttarligu atlitini. Í løtuni eru liðini ávíkavist nummar tvey og trý á stigatalvuni, og tí verður talan eisini um uppgerð, sum staðfestir, hvat lið fer at kappast við Stjørnuna um fremsta sessin í grundspælinum.
So tað verður spennandi í Vestmanna. Bæði so og so.