Hondbóltur
Tað er ikki endaspurturin í sjálvum FM-stríðnum, sum stendur upp á spæl mikukvøldið, men minni kann tó eisini gera tað.
Næst seinasta umfarið í grundspælinum hjá monnum er nevnliga á skránni, og verður talan um satt brak, tá Kyndil eigur heimadyst móti Neistanum.
Leiðslan upp á spæl
Við sigri í hesum dystinum kann Kyndil nevnliga staðfesta oddastøðuna, sum liðið eftir fyrstu átta dystirnar hevur vunnið sær á stigatalvuni. Fleiri ferðir hevur verið havt á munni, at grundspælið er lítið áhugavert, tí øll stigini verða kortini býtt í helvt, men megnar Kyndil at vinna teir báðar seinastu dystirnar, so verða í øllum førum tvey, og kanska trý stig niður til næsta kappingarneytarnar, tá endaspælið byrjar, og tað er hóast ein leiðsla, sum kann gerast heilt nógv verd.
Liðini bæði hava hitst eina ferð fyrr í grundspælinum, og ta ferðina endaði alt við javnleiki, eftir at Kyndil annars leingi hevði havt eina at síggja til trygga leiðslu.
Tað er í øllum førum eitt mistak, sum teir grønu ikki ætla sær at fremja, men stendur tað til Neistan, so fær Kyndil helst ikki loyvi at vinna sær slíka leiðslu aftur. Ikki minst er trýstið á teir bláu stórt eftir blamaguna móti KÍF sunnudagin, og tí er mest sum tvingandi neyðugt hjá teimum við einum sigri nú. Eisini tí komandi dysturin er á útivølli móti StÍF, og tí lúrir vandin í øllum førum fyri fleiri mistum stigum. Mist stig, sum kunnu viðføra, at gloppið í ringasta føri verður fýra stig upp til oddin, tá endaspælið byrjar, og tað kann gerast møtumikið hjá Neistanum. Líka mikið um liðið til ta tíð hevur fingið styrk ella ikki.
Og eftir sigurin á VÍF herfyri er einki at ivast í, at tey í Kyndli trúgva upp á møguleikan at vinna seg heilt upp á oddin. Ta ferðina vóru hvørki Jacob Jónsson ella Janus Einar Sørensen tøkir, og tí mátti Kyndil klára seg við somu sjey leikarum alla tiðina. Hesa ferð verður Jacob helst tøkur aftur, meðan tað hinvegin tykist eitt sindur meira ivasamt hjá Janus Einari, men hvussu er og ikki, so má tað roknast sum púrasta víst, at teir grønu enn einaferð fara at geva alt tað, sum teir hava í sær til tess at tryggja liðnum enn tvey stig til longu múgvandi posan.
Ressaðir kollfirðingar
Tveir aðrir dystir eru eisini á skránni mikukvøldið.
Klokkan 19.00 fara hoyvíkingar inn á gólvið í Vestmanna, har VÍF aftur hevur til setning at reisa seg eftir tap fyri Kyndli. Einki er at ivast í, at støðan á stigatalvuni viðførdi, at tapið fyri Kyndli sveið eyka hart, og so er spurningurin, hvørt vestmenningar nú megna at geva H71 sama sviðan.
Og í Hoyvíkarhøllini skal KÍF royna at endurtaka bragdið frá sunnudegnum, tá StÍF kemur á vitjan. Einki er at ivast í, at sigurin á Neistanum av álvara fekk skumpað sjálvsálitið hjá KÍF nakað uppeftir, men spurningurin er so, um tað er nóg mikið. Í øllum førum má sigast, at strandingar nú eru ávaraðir ímóti at undirmeta mótstøðuna. Tað er í øllum førum staðfest tvær ferðir higartil í ár, men spurningurin er so, um oddaliðini hava tikið við læru av hesum.