FÓTBÓLTUR
Sjálvt um KÍ er tvey stig og 40 mál framman fyri AB, nú bara tvey umfør eru eftir av landskappingini hjá kvinnunum, er spenningurin framvegis intaktur, tí tey bæði oddaliðini eiga ein dyst eftir ímóti hvørjumøðrum.
Tann dysturin, ið verður á Argjum um hálvaaðru viku, verður tískil at rokna sum ein rein finala um føroyameistaraheitið, har mesta trýstið liggur á AB, tí KÍ bara ikki skal tapa – so er tíggjunda gullið á rað komið til høldar.
Eingin hóttan
Sunnudagin var Víkingur á vitjan í Klaksvík, og undan dystinum var spenningur um, um kvinnurnar úr Gøtu og Leirvík skuldu megna at taka stig frá KÍ. Men tað skuldi skjótt vísa seg, at hetta var ikki nøkur løtt uppgáva hjá teimum ljósabláu, tí longu beinanvegin kom KÍ á odda.
– Okkara ætlan var at forða teimum í at koma í gongd fyrstu 20 minuttirnar, og at vit so fingu eitt mál longu í øðrum minutti, gjørdi tað bara betri. Vit vóru nakað betri enn tær, og kanska tað, at vit fingu eina so góða byrjan, gjørdi sítt til, at tær ikki vístu so nógv, sigur Malena Josephsen, sum sjálv legði KÍ á odda við einum skallara eftir hornaspark.
Eitt sindur av spenningi helt sær kortini fyrra hálvleik út, tí fleiri mál komu ikki fyri steðgin. Men tá fyrst Sigrid Jacobsen og síðani Sofía Purkhús skoraðu tvey tøtt mál tíðliga í seinna hálvleiki, var ikki nógv meira nerv eftir í dystinum.
– Vit vóru ikki nakað serliga hóttar, so tað ráddi bara um at koyra á. Tá vit skoraðu til 3-0, valdu vit bara at binda fyri og varðveita sigurin, og tá var dysturin eisini punkteraður, sigur KÍ-liðskiparin.
Mona fýra mál
Hóast AB ikki hevur vunnið teir øgiliga málríku sigrarnar, sum KÍ hevur, skerst ikki burtur, at AB hevur megnað at fingið stigini til høldar í ár. Tað vísir stigatalvan, ið staðfestir, at AB hevur vunnið 14 av 18 dystum.
Men sunnudagin, tá AB vitjaði EB/Streym við Margáir, kom endiliga hol á, so talan gjørdist um ein tryggan og stóran sigur. AB vann heili 8-0, men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at gongd kom á, tí hálvleiksstøðan var »bara« 2-0.
Tey bæði málini í fyrra hálvleiki skutu Lisa í Liða og Olga Kristina Hansen, men í seinna hálvleiki var tað Mona Breckmann, ið yvirstrálaði alt og øll, tá hon skoraði ikki færri enn fýra ferðir. Hinir báðir málskjúttarnir eftir steðgin vóru Barbara á Dunga og Katarina Saxov.
– Hetta var ein fínur dystur fyri okkum, og endiliga fingu vit skotið nógv mál í einum slíkum dysti, tí tað hevur ikki verið so ofta, sigur Lennard Petersen, venjari hjá AB-kvinnunum.
– Tað besta var, at vit skutu nógv mál, og stuttligt var at síggja, at Mona, sum spælir í álopinum, fekk gongd á aftur við fýra málum. Hetta var ein dystur, sum bara skuldi vinnast, men tað hevði nógv at siga fyri okkum, at vit eisini fingu øll hesi málini.
Skála svav
Á pappírinum skuldi eingin sum helst ivi verið um, at Skála var stórfavorittur ímóti felagsliðnum, B68/NSÍ – og serliga á heimavølli. Men dysturin á Skála sunnudagin fekk eina heilt aðra byrjan, enn heimaliðið hevði ætlað og væntað, og tað skyldaðist mest, at Skála svav ta fyrstu løtuna.
– Okkara spælarar vóru slett ikki til reiðar, og fyri tað kundi B68/NSÍ saktans verið á odda í hálvleikinum, tí har vóru fleiri kjansir. Men øðrvísi var so eftir steðgin, tí tá sat Skála á øllum, sigur Ingun Hansen, venjari hjá Skála.
Einki mál kom í fyrra hálvleiki og heldur ikki fyrr enn eitt fitt petti inn í seinna hálvleik. Tá fekk Solveig Frederiksberg fyrst eitt mál eftir uppspæl frá Fríðrún Danielsen og síðani eitt, tá hon fylgdi upp eftir eitt langskot, sum kom á stongina. Fram ímóti endanum fekk Ansy Sevdal minkað um munin fyri B68/NSÍ við brotssparki, men í yvirtíðini fekk Kirstinbjørg Frederiksberg staðfest sigurin.