Oddasessurin verður avgjørdur

Oddasessurin er lokkandi á tann hátt, at fremsta liðið í endaspælinum fær á pappírinum lættastu mótstøðuna í FM-hálvfinalunum.

Neistin vitjaði í gjár í Vági, og har gjørdist talan um tepran 29-28 sigur. Stjørnan vann sín dyst sannførandi á StÍF, sum á heimavølli tapti 13-20.

Tí verður dysturin í Klaksvík eftir øllum at døma avgerandi fyri, hvørt tað verður Neistin ella Stjørnan, sum vinnur endaspælið. Tann dysturin byrjar klokkan 15, men longu klokkan 14.30 verður dystur í Havn, har VB vitjar hjá Kyndli.