Upptakt
Tað er einki at siga til, um fótbóltshýrurin í HB er í toppi. Felagið vann seg seinasta vikuskiftið á aftur oddasessin í bestu mansdeildini, og á pappírinum tykist tað eisini, sum hevur HB bestu skránna í seinastu sjey umførunum.
Tí er HB helst í løtuni fremsti favorittum at vinna gullmerkini og tilhoyrandi milliónina, og einki er at ivast í, at tað er teir, sum eru favorittarnir á Skála sunnudagin.
Skála hevur nevnliga alt árið hildið til í botninum. Eittans stig í ellivu dystum er heldur ikki tað, sum skal til, um nøkur bjarging skal finnast, og nú er netið av álvara farið at stramma. Tí er einki at ivast í, at Skála má og skal hava stig nú, um nøkur bjarging skal finnast.
Einki er at ivast í, at uppgávan hjá Skála verður trupul, og hon gerst neyvan minni trupul av, at Alexander Jovevic sá reytt á Toftum fyri viku síðani, og tí ikki kann vera partur av hópinum. Hinvegin hevur Skála aftur fingið Arnhold Berg og Julian Florescu aftur, eftir at teir báðir høvdu leikbann seinast. Tað hevði Agnar Højgaard eisini, men umstøðurnar hjá honum at venja fleiri ferðir um vikuna eru ikki av teimum bestu, og tí tykist tað vera so, at hann fyribils hevur leikt sín seinasta dyst hetta kappingarárið.
Hjá HB tykist støðan hinvegin vera heilt góð viðvíkjandi manningarspurninginum. Karsten From er sjálvsagt ikki longur í hópinum, men í aðrar mátar eru at kalla allir mans tøkir. Kári Nielsen, sum var ein av fleiri við drúgvum skaðasteðgum er eisini byrjaður at venja, og møguleiki er fyri, at hann verður við í hópinum sunnudagin, tó at tað neyvan verður millum teir fyrstu ellivu.
Og trý stig til HB eru kravið. Tað heldur teir í øllum førum tvey stig undan argastu kappingarneytunum, og so munnu teir reyð/svørtu leggja vertin á, at ein sigur her vil gera lagnuna hjá Skála enn meira trupla.










