Oddasessurin kann styrkjast

Aftur hesa ferð snávaðu biðlarnir í silvurstríðnum, og í kvøld kann EB/Streymur taka enn eitt fet móti gullinum

Fótbóltur

 

Sigfríður Clementsen, Magni Mohr og teirra menn mundu neyvan vera heilt ónøgdir um úrslitini, sum vóru í Formula-deildini í gjár.

Hóast gullið skjótt tykist vera ein avgreiðsluspurningur hjá EB/Streymur, so vaks trýstið á liðið ikki í gjár, og í kvøld kann EB/Streymur so taka enn eitt fet móti gullinum.

Hesa ferð er tað ÍF, sum kemur á vitjan, og á pappírinum eigur hetta at vera ein dystur, har EB/Streymur tekur stigini. Hóast ÍF í løtum hevur tikið fólk á bóli í ár, so hevur gongdin seinastu vikurnar verið alt annað enn nøktandi. Og við einum arbeiðsskaða til Alexander Jovevic tykist liðið hava mist eitt av sterkastu kortunum tað, sum eftir er av kappingarárinum.

Hjá EB/Streymi var sera stórur partur av hópinum burturstaddur í landsliðsørindum í seinastu viku, og tí er einki at ivast í, at eyka frídagurin í gjár er komin væl við. So er spurningurin bara, um hetta eisini sæst aftur í spælinum, tá liðini fara á vøllin við Margáir klokkan 17.30.