Oddasessirnir kunnu skifta hendur

Báðir kvinnudystirnir hetta vikuskiftið hava greiðar favorittar, meðan tað er eitt sindur meira ivasamt hjá monnunum. Báðar deildirnar kunnu hava eitt nýtt oddalið, tá dystirnir í dag og í morgin eru leiktir

Flogbóltur:

Tveir kvinnudystir og tveir mansdystir verða leiktir í meistaradeildunum hetta vikuskiftið, og bæði hjá kvinnum og monnum kann oddasessurin skifta eigara.
Fyri at taka kvinnudystirnar fyrst, so er tað kortini ikki so øgiliga sannlíkt, at TB missir fremsta plássið, sum tær hava átt alla kappingina. TB skal møta ÍF á Kambsdali, og verður hetta fyrsti landskappingardystur hjá TB-kvinnunum í 2002. Í Mjølnir-kappingini var avrikið ikki meir enn næstbest, men tað verður óvæntað, um ÍF megnar at koppa teimum í dag. Tað hevur snøgt sagt gingið av skriðuni hjá ÍF í seinastuni, og sjálvt um tær vunnu móti Fleyr síðsta sunnudag, var tað fyrsti sigurin í langa tíð. TB verður ein heilt øðrvísi mótstøða.
Er TB favorittur á Kambsdali í dag, so er Mjølnir enn størri favorittur í morgin, tá tær fáa Fleyr á vitjan. Mjølnirkvinnurnar hava nú aftur fingið gullið í eygsjón, og nógv halda, at nú steðga tær ikki aftur. Hvussu er og ikki, so er lítið sum bendir á, at tað verður Fleyr, sum leggur fót fyri klaksvíkskvinnurnar. Tað líkist framvegis eini innanhýsis avgerð millum Mjølnir og TB, og bæði liðini vita, at stig mist móti nøkrum av hinum liðunum kunnu gerast sera kostnaðarmikil.

Trýstið liggur á Fram
Hjá monnunum kann oddasessurin eisini skifta hendur. Tað ger hann, um Fleyr vinnur í Klaksvík í morgin. Eftir tveir ósigrar móti ÍF fekk Fleyr tveir sigrar innan fimm dagar móti hinum báðum oddaliðunum SÍ og Fram, og við einum sigri móti Mjølni fara teir uppum SÍ - sum ikki spælir hetta vikuskiftið - á stigatalvuni. Hjá Mjølni hevur tað ikki gingist nakað serligt, og nú ÍF hevur fingið fótin fyri seg aftur, er klaksvíksliðið niðast í deildini. Av tí sama er Fleyr sjálvsagdur favorittur í morgin, men sum úrslitini í bestu mansdeildini higartil hava lagað seg, veitst tú aldrin...
Tað sama kann sigast um hin mansdystin, sum er á Kambsdali millum ÍF og Fram. Fyri Fram er tað altavgerandi at vinna og minka gloppið upp til oddasessin. Støðan hjá Fram eftir tapið móti Fleyr hóskvøldið versnaði munandi, og teir hava illa ráð til at missa fleiri stig, serliga ikki móti liðum, sum eru niðanfyri teir á stigatalvuni.
Fuglfirðingar kunnu hinvegin fara á vøllin við góðari samvitsku, tí hjá teimum hevur tað gingið væl í seinastuni. Og teir vita eisini, at trýstið í morgin ikki liggur á teimum, men á Fram. Tað er eingin sum roknar við ÍF sum føroyameistara, og tí kunnu teir bara taka tað sum tað kemur.