Oddamenn í skattamálinum samráðast í dag

Síðani í september í fjør hevur Jørn Astrup Hansen verið stevndur fyri ærumeiðing og bakbit av Eik Banka - nú Betribanka.

Bankin hevur kravt Astrup dømdan fyri millum annað tíðargrein, sum Jørn Astrup Hansen skrivaði í Sosialinum 14. apríl í fjør.

 

 

 

Men nú hevur fyrrverandi nevndarformaðurin í Fíggjarligum Støðufesti, Henning Kruse Petersen, bjóða seg fram sum semingsmann millum partarnar. Ósemjan snýr seg um nógv umrødda skattamálið, og spurningin um, hvørt bankin hevði rætt til ein skattafrádrátt á áleið 500 milliónir.

Sum flestum kunnugt broytti Taks meining eftir at hava tikið málið upp aftur til nýggja viðgerð. Og enn er málið ikki liðugt, tí Bárður Larsen er settur sum bráðfeingisstjóri á Taks, og hansara leiklutur er at kanna millum annað, um málið eigur at verða sent til ákæruvaldið. 

 

 

Danskir miðlar skrivar nú um dagarnar, at tað verður í dag, at Jørn Astrup Hansen og Torben Nielsen skulu samráðast um eitt semingsuppskot. Ein samráðing, sum Henning Kruse Petersen leiðir. 

 

 

 

- Jørn Astrup og eg høvdu avtalað innihaldið í semingsuppskotinum í felag. Eg legði tað fyri Eik nevndini, og síðani varð innihaldið justerað, tí ymisk sjónarmið komu fram í nevndini, sigur Torben Nielsen við finansforbundet.dk 

 

 

Meira um hetta seinni.