Sven-Erik Magnussson, sum var oddamaður í kenda, svenska dansiorkestrinum, Sven-Ingvars, er deyður í nátt, 74 ára gamal.
Tað skriva svenskir miðlar í morgun.
Sven-Ingvars var sera væl dámt orkestur, og eisini í Føroyum hava teir havt ein hóp av fjepparum hesi seinasti 60 árini, teir hava sungið og spælt, og nógv av teirra sangum hava verið sannar landaplágur í Føroyum, bæði í kvøðuljómum og í útvarpinum annars. Men ikki vórðu teir dúgliga spældir í bilum, tá ið teir fingu plátuspælarar í sekstiárunum.
Sven-Erik Magnussson hevur verið sjúkur av krabbameini í fleiri ár.
Trýst á pílin á myndini og hoyr ein av teirra nógvu, kendu sangum