Oddamaður í SEV: Førir kapping til bíligari streym er tað í fínasta lagi

 Kann kapping tryggja okkum bíligari streym, er tað í fínasta lagi, sigur Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsnevndini hjá SEV

SEV og kapping


 Kann kapping føra til at at streymurin verður bíligari, kann SEV ómøguligt hava nakað ímóti tí.
Hans Tausen Olsen er formaður í umboðsnevndini hjá SEV, sum er hægsta vald í elfelagnum.
Og hann heldur avgjørt, at SEV eigur at verða opið fyri teimum kanningum, sum ætlanin nú er at seta í verk fyri at vita um tað ber til at skapa kapping um streymveitingina.
Í Útvarpinum mánadagin hoyrdu vit landsstýrismannin í orkumálum siga, at ein hornasteinur í komandi orkupolitikkinum hjá landsstýrinum verður at streymurin skal verða bíligari og tað skal kapping á økinum syrgja fyri.
Ì hesum sambandi hevur SEV altíð sagt, at el-kervið hjá SEV tolir ikki at fleiri veitarar koma á netið.
Men nú ætlar landsstýrið at fáa granskingarstøðina í Risø at kanna hetta páhaldið til fulnar.
Hetta heldur formaðurin í umboðsnevndini er í fínasta lagi.
 Higartil havi eg bert hoyrt málið lýst frá einari síðu og tað er frá SEV, sum sigur, at el-kervið hjá SEV tolir ikki, at fleiri veitarar koma á netið.
Hans Tausen Olsen heldur tí, at tað er í fínasta lagi, at serfrøði á økinum ger eina óhefta kanning av málinum.
 SEV hevur bæði teknisk og politisk umboð í teimum nevndum, sum arbeiða við yvirskipaða orkupolitikkinum og eini elveitingarlóg. Sostatt koma eisini sjónarmiðini hjá SEV fram í hesum sambandi og tað kunnu vit bara fegnast um.
Formaðurin í umboðsnevndini sigur, at við eini slíkari kanning fáa vit tað endaliga staðfest, hvat ber til á hesum øki og ikki.
 Tað haldi eg avgjørt er í fínast lagi og tí eigur SEV at vera opið fyri eini kanning fyri at sleppa undan hesum evindaliga stríðnum, sum nú hevur verið í fleiri ár um, hvat ber til og hvat ikki ber til. Lat okkum síggja úrslitið av eini slíkari kanning og so kunnu vit arbeiða víðari útfrá tí.

Eiga at vera opin
Hans Tausen Olsen vísir á, at SEV hevur sjálvt gjørt kanningar sum vísa, at tað er ógvuliga avmarkað, hvat el-kervið hjá SEV tolir av øðrum veitarum afturat.
 Men prógva nýggjar kanningar tað øvugta, eigur SEV avgjørt at vera opið fyri tí og
tað eigur SEV ikki at mótmæla. Hetta er tvørturímóti ein spurningar, vit altíð eiga at viðgera.
Hans Tausen Olsen sigur, at tá ið sjálvur landsstýrismaðurin metir, at kanning fer at tryggja okkum bíligari streym, eigur tað at vera serliga spennandi hjá SEV at vera við í einum slíkum arbeiði.
 Øll vilja hava bíligari streym, serliga brúkarin, og letur tað seg gera, kann ongin mótarbeiða tí, heldur ikki SEV, hóast fleiri veitarar verða á økinum og sostatt eisini kapping.
 Tað er altíð skeivt at forða fyri tiltøkum, sum kunnu føra til, at streymurin verður bíligari og kann tað prógvast, at kapping er betri fyri brúkaran, er tað bara ein veldugur fyrimunur, sigur Hans Tausen Olsen.

Eiga at stremba fram ímóti reinari orku
Annars vísir formaðurin í umboðsnevndini á, at í løtuni henda stór framastig í royndunum at finna aðrar orkukeldur enn orku og í royndunum gera alternativar orkukeldur meiri áitandi.
 Vatni, vindi og aldu hava vit nógv mikið av og í hesum døgum henda stór frambrot í royndunum at fáa álítandi orkukeldur burturúr teimum.
Sjálvur ivast Hans Tausen Olsen ikki í, at um eini 15-20 ár eru eini 70% av okkara orkukeldum rein orka og tað eigur eisini at vera eitt mál, sum SEV eigur at stremba fram ímóti.
Samstundis fegnast hann um, at gongd nú verður sett á vatnorkuútbyggingina á Eiði, sum umboðsnevndin einmælt hevur samtykt at fara undir.