Oddaliðini vilja hava Jóan Símun

Argjamenn fáa torført við at halda fast í landsliðsframherjanum

Keldir hjá Miðlahúsinum vilja verða við, at B36 og HB vilja hava Jóan Símun frá í summar av. Sum skilst, so er B36 favorittur at fáa framrættaða landsliðsspælaran í hópin.

 

Jóan Símun skifti í vetur til AB, men hevur ikki sligið til. Hann gjørdist tíðliga skaddur í lærkrikanum, men er meldaður klárur til dystin móti júst B36 sunnudagin.

 

Jóan Símun er komin inn á skúla í høvðusstaðnum og tí er líkt til, at hann verður verandi í føroyskum fótbólti í eina tíð fyribils.

 

AB tapti um vikuskiftið heili 7-0 fyri NSÍ, og liggur undir niðurflytingarstrikuni.