Oddaliðini hava bestu verjurnar

Tey trý, sum hava flestu atkvøðurnar sum ársins verjuspælari, fingu øll heiðursmerki í ár

 

 

Ein góð verja er ein týðandi partur av einum góðum fótbóltsliðið.

 

Og tá nøvn skulu setast á bestu verjuspælararnar í ár, koma tey, ið hava fingið flestu atkvøðurnar, úr teimum trimum ovastu feløgunum hjá bæði kvinnum og monnum.

 

Hjá kvinnunum vann KÍ meistaraheitið, og har er Malena Josephsen við í kapprenningini í oddinum. Nummar tvey gjørdist EB/Streymur/Skála, og har hevur Rakul V. Magnussen fingið hópin av atkvøðum, og tað sama hevur Liljan av Fløtum Jespersen hjá bronsuvinnarunum úr HB.

 

Hjá monnunum er umboðið hjá føroyameistarunum úr B36 Hørður Askham. Johan Troest Davidsen umboðar silvurvinnararnar úr HB, meðan Bárður Hansen úr Víkingi er seinasti brikkurin í hesi kapprenningini.

 

Vit skulu gera vart við, at raðfylgjan omanfyri einki sigur um, hvør teirra hevur vunnið heiðurin. Tann parturin verður avdúkaður á tiltakinum hjá FSF og Miðlahúsinum. Tiltakið verður á No 12, sum er juicebarrin við suðurendan av Tórsvølli. Byrjað verður klokkan 17.30, og fer Rás2 at senda beinleiðis.