Næstbesta fótbóltsdeildin byrjaði aftur hóskvøldið, tá ið næsbesta liðið hjá KÍ tók ímóti 07/Vestur. Dysturin endaði
Í dag verða fýra nýggir dystir spældir.
Longu klokkan 11.30 verður dagsins fyrsti dystur spældur, tá ið næstbesta liðið hjá B36, ið er næstaftast í deildini, tekur ímóti Skála, ið er greitt oddalið. Tískil er talan um botnlið, ið tekur ímótti oddaliðið.
Klokkan 13 er grannauppgerð í Eysturoynni, har teir næstbestu hjá NSÍ taka ímóti B68. Undan dystinum er B68 á triða plássi við 36 stigum, meðan NSÍ er nummar 7 sjey við 16 stigum.
Vesturi í Miðvági er tað MB, ið ið tekur ímóti næstbesta liðnum hjá AB. MB hevur framvegis ikki vunnið ein dyst hetta kappingarárið, og spurningurin er so, um fyrsti sigurin kemur í 20. royndini.
Síðsti dystur hetta leikumfarið verður spældur í Gøtu, har B71 skal ferðast allan vegin til Leirvíkar, har næstbesta liðið hjá Víkingi tekur ímóti.
Klokkan 11.30: B36-Skála
Dómari: Rani A. Skaalum
Klokkan 13.00: NSÍ-B68
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
Klokkan 15.00: MB - AB
Dómari: Jan á Líðarenda
Víkingur-NSÍ
Dómari: Bent Tommy Linklett










